Skúlastýrið fór frá

Stýrið fyri Kvívíkar skúla og Føroya Lærarafelag gjørdu í seinastu viku semju um, at skúlastýrið skuldi fara frá, og so kundi annar fyrstilærari setast

Beint upp undir høgtíðina varð ein loysn funnin á skúlastríðnum í Kvívík.
Eftir at Mantamálaráðið loysti skúlaleiðaran úr starvinum, fór Føroya Lærarafelag upp á afturbeinini við tí grundgeving, at skúlaleiðarin hevði fingið ljóta viðferð.
Lærarafelagið kravdi, at skúlastýrið fór frá.
Mikudagin komu so boðini um, at skúlastýrið var gingið við til at fara frá, og sostatt bar til hjá Mentamálaráðnum at seta avloysara í skúlaleiðarastarvið.
Avloysarin er Richard Johansen av Strondum, og hann er longu byrjaður í starvinum.
Undanfarni skúlaleiðari er farin á Nám at arbeiða.
Málið byrjaði við, at meginparturin av foreldrunum at børnunum í skúlanum kravdu skúlaleiðarin frá. Eitt samt skúlastýri segði tað sama.
Føroya Lærarafelag svaraði aftur, og allir lærarans skúlans mótmæltu eisini, at skúlaleiðarin varð settur frá.
Tað gjørdi eisini læraraumboðið í skúlastýrinum, sum annars var samt um at loysa skúlaleiðaran úr starvi.
Nú skal so nýtt skúlastýri setast, og hetta stýrið skal skal halda fram skúlaárið út.
Sitandi skúlastýri fer frá 1. mai.