Skúlarnir verða brendir og lærararnir dripnir

Teir vápnaðu arabisku álopsmenninir í sudanska landspartinum Darfur eru eirindaleysir, og teir fáa góða hjálp frá sudansku stjórnini

Altjóða samfelagið gav herfyri sudansku stjórnini boð um at steðga áganginum ímóti fólkinum í landspartinum Darfur innan 30 dagar. Men sambært tveimum blaðmonnum hjá Washington Post, sum júst hava verið har, heldur ágangurin fram.

Teir báðir blaðmenninir siga, at ágangurin er væl skipaður, og at endamálið tykist vera at trælbinda fólkið, at fáa tað at gloyma sína fortíð og sína tilveru og at oyðileggja tess politisku orku.

Sum lið í átakinum hava álopsmenninir sett eld á at kalla allar skúlarnar, soleiðis at nógvastaðni hava børnini ikki havt nakran skúla í næstan tvey ár. Tey hava heldur onmgar bøkur, tí tær hava álopsmenninir skrætt ella brent. Lærararnir sleppa heldur ikki undan áganginum. Tvørturímóti noyðast teir at taka til rýmingar, tí álopsmenninir tykjast hava ta uppfatan, at øll, sum duga at lesa og skriva, eru uppreistrarmenn og ein hóttan ímóti sudanska samfelagnum. Teir lærararnir, sum eru so seinir at flýggja, verða myrdir.

Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch váttar tað, sum teir báðir amerikonsku blaðmenninir siga. Felagsskapurin sigur seg eisini hava fleiri dømi um, at teir sudansku myndugleikarnir stuðla áganginum hjá teimum arabisku álopsmonnunum.

-Afrikanararnir hava sagt mær, at um teir biðja løgregluna um hjálp, tí arabarar gera seg inn á teir, letur løgreglan ikki við seg koma. Men soleiðis er tað í øllum viðurskiftum her, sigur Olivier Bercault hjá Human Rights Watch.

ST metir, at umleið ágangurin í Darfur hevur kostað umleið 50.000 mannalív, og at umleið hálv onnur millión fólk eru flýdd frá húsi og heimi undan álopsmonnunum.