Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur í Tórshavnar Komunuskúla
Sat og læs grein í Sosialinum, um tað stóra arbeiði sum Fólkaheilsuráði ger á Festivalum runt landið við at práta við ungfólk um kynslív og deila ókeypis hítir út.
Eg sum dagliga starvist sum Skúlaheilsufrøðingur gjørdist sera hugstoytt av, at lesa endan á greinini, har fýlst verður à upplýsinginga í skúlunum, at skúlarnir svíkja tey ungu.
At vit øll altíð kunnu gera tað betur, skal eg vera tann fyrsta til at ásannað, men at góðtaka pástandin um, at onki verður gjørt, vil eg púra afturvísa.
Vit eru heilsufrøðingar á nærum øllum skúlunum í Føroyum og veit eg, at allar hvør í sínum lagið leggja dent á júst henda málbólk. Vit raðfesta høgt at upplýsa og greiða frá øllum broytingum í tannáraverðini, kynslív og rusevnistrupuleikar, og alt sum hoyrir menningi til, frá barn til vaksin. Somuleiðis vil eg vísa á, at vit leggja dent á , at tað hevur stóran týdningin at tosa um kenslur og kenslulív við tann unga.
Leiklutur okkara innan skúlagátt gevur øllum næmingun møguleika fyri, at tann ungi til eina og hvørja tíð kann fáa fatur á okkum. Tað kann verða persónliga, ringja, smsa ella maila um eina tíð, uttan at skulla brúka óneyðuga tímar til tess. Og mínar royndir prógva, at tey ungu gera brúk av okkara tilboðið. Tey koma títt og ofta og vilja hava góð ráð ella bara venda eitthvørt sum liggur teimum uppá hjarta og órógvar.
Eg veit , at tað eru nógvir lærarar, ikki bara í mínum skúla, sum gera teirra til, at upplýsa og práta við tey ungu.og ofta í tættum samstarvi við okkum.
Kundi eisini gott hugsa mær at vita, hvar pástandurin um at skúlin svíkjur, stavar frá ?
Vinarliga.