Skúlarnir í New York skulu vera stongdi til í heyst

1,1 millón skúlanæmingar í New York fara ikki at hava vanliga skúlagongd í 2020.

Skúlanir í New York fara at vera stongdir vegna koronafarsóttina líka til í heyst, sigur borgarstjórin í New York, Bill de Blasio.

Men guvernørurin í statinum hevur funnist at avgerðini, sum førir við sær, at 1,1 millón næmingar í New York ikki fara at hava vanliga skúlagongd í tríggjar mánaðir í 2020, skrivar CNBC.

– Eg eri noyddur at boða frá, at vit ikki fara at lata skúlarnar uppaftur hetta skúlaárið, sigur Bill de Blasio, sum hevði tíðindafund í New York seinnapartin.

– Tað er okkara vón, at næmingarnir kunnu fara aftur í skúla í september.

Stutt fyri fráboðanina frá borgarstjóranum boðaði guvernørurin, Andrew Cuomo, at um skúlarnir í stórbýnum New York skulu vera stongdir so leingi, er tað ein avgerð, sum hann ikki er við til at taka.

– Í hesum spurninginum er tað eg, sum løgfrøðiliga havi avgerðina, legði Andrew Cuomo dent á yvir fyri tíðindafólki, sum vildu hava at vita, hvørjar møguleikar borgarstjórin hevði .

Bill de Blasio hevur givið skúlunum í New York boð um at hava stongt frá 16. mars. Tá var vónin, at teir fóru at lata upp aftur 20. apríl.

Men tað gjørdist skjótt greitt, at hetta var óveruligt.

Deyðstalið vegna koronavirus í USA fór í dag um 20.000. USA er harvið tað landið í heiminum, har flest fólk eru deyð av korona.

Amerikanskir heilsuserfrøðingar hava ávarað um, at talið av deyðum í USA kann koma heilt upp í 200.000, um avmarkingarnar, sum er settar í gildi, verða linkaðar eftir bara ein mánað.

/ritzau/Reuters