Skúlarnir í Havn skulu kappast um næmingarnar

- Skúlarnir í Havn eiga at vera í kapping um næmingarnar í 10. flokki, heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn

- Tað einasta rætta er, at kapping verður ímillum skúlarnar í Havn um at fáa næmingar í 10. flokk.

Tað heldur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn.

Hóast býráðið hevur samtykt, at 10. flokkur í Havn skuldi skipast savnast í eina eind, hevur Annfinn Brekkstein biðið um at fáa málið fyri býráðið einaferð afturat.

Sum tað sæst í hinari greinini, var tann viðgerðin í gjárkvøldið.

Annfinn Brekkstein sigur, at býráðið samtykti at savna 10. flokk í ein stóran depil útfrá tí, at talan skuldi vera um ein sjálvstøðugan depil við egnari leiðslu og lærarum, ið bert undirvístu 10. flokki Hendan fortreytin er ikki til staðar í dag, staðfestir hann. Hann sipar til, at Mentamálaráðið vil ikki góðtaka, at ein sjálvstøðugur skúli verður skipaður til 10. flokk við egnari leiðslu


Ov víðgongt

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið helt Annfinn Brekkstein, at tað var alt ov víðgongd at fara úr fýra skúlum, niður í ein í einum høggi.

- Í dag hava vit ein sera vælvirkandi 10. flokk í Kommunuskúlanum og hví broyta nakað, sum virkar væl? At flyta góðar 80 næmingar úr Kommunuskúlanum fær harafturat eina alt ov stóra neiliga ávirkan á skúlan, bæði hvat viðvíkur læraratímum, kt-tímum, sertímum og bókasavnstímum

Samstundis fær minkaða næmingatalið ávirkan á námsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum við tað, at lærugreinakervið verður ikki fult útbygt og tí fær fakliga dygdin skot fyri bógvin.

Verður 10. flokkur fluttur úr Kommunuskúlanum, fer tað at merkja, at eini 10 lærarastørv vera færri á skúlanum.

- Umframt minkað pulstímatal fær skúlin eisini minni tímar til eitt nú bókasavn, serundirvísing, sjúkravikartímar, leiðsla, KT, skúlavegleiðing, rættingarniðurskurð o.a..


Framskygdur

Eftir hansara tykki er Kommunskúlin ein góður framskygdur og vælvirkandi skúli.

- Stórur dentur verður lagdur á djúphugsni og sjálvstøðugt arbeiði, eisini er betri skipað umsorgan og ráðgeving til næmingarnar. Skúlin bjóðar fram nýggjar lærugreinar, so sum spanskt, umframt undirvísing í enskum, í samstarvi við lærda hákúlan í Cambrigde. Eisini bjóðar skúlin fram handaligu lærugreinarnar í samstarvi við Tekniska skúla.

- Hetta er ein sólskinssøga og hevur ført við sær, at næmingar eru komnir frá øðrum skúlum í Kommunuskúlan í 10. flokk.

Tí vil hann hava, at 10. flokkur í Havn verður skipaður í tveir deplar, har næmingar frítt kunna velja í millum Tórshavnar Kommunuskúla og Eysturskúlan.

Og sum tað sæst í hinari greinini, fer málið nú í fíggjarnevndina hjá býráðnum til viðgerðar einaferð afturat.

Les eisini greinina: Stúra fyri at 10. flokkur í Havn verður jólatrøll