Esperanto
Jeffrei Henriksen
Esperantolærarafelagsskapurin ILEI (Internacia Ligo de Esperantistaj Instruistoj) varð stovnaður í 1949 í samstarvi við UNESCO. Aðalmiðið er at hjálpa lærarum, ið um skúlar um allan heim vilja breiða út lærdóm í esperanto til at nýta í nýggjari samskiftisskipan, har ið allar mentanir sum meginreglu hava sama møguleika at orðføra seg.
Felagsskapurin er skipaður í landsdeildir og í arbeiðsnevndir; harafturat eru umboðsráð fyri allar landsdeildirnar, og ovast er ein formansskapur. Landsdeildir eru í 27 londum, umframt umboð í 18, t.e. tilsamans í 45 londum, m.o. í Íslandi, Noregi og Svøríki: lps.uniroma3.it/ilei/sek_lis.htm
Felagsskapurin hjálpir skúlum og læristovnum, har ið skipað verður fyri einumhvørjum á ella um esperanto. Eitt týðandi virksemi er tað at miðla samband millum tílíkar skúlar. Eisini verður skipað fyri læraraútbúgving í esperanto.
Esperantolærarafelagsskapurin gevur út tíðarritið »Internacia Pedagogia Revuo« og til næmingar tíðarritið »Juna Amiko«.
ILEI-limir hittast á felags stevnu hvørt ár í skiftandi londum umframt at halda egnar fundir á heimsstevnunum »Universalaj Kongresoj de Esperanto«.
Á internetatsetrinum lps.uniroma3.it/eler/elete.htm eru skrásettir 188 skúlar og ikki minni enn 172 lærdir háskúlar í 55 ymiskum londum, har ið lært ella lisið verður esperanto. Umframt hesar 188 skrásettu skúlarnar eru ivaleyst fleiri óskrásettir ? umframt ymisk skeið. Eitt nú Danmark er ikki við millum tey nevndu 55 londini, hóast eisini har verður dúgliga undirvíst í esperanto.
Mest fyriboðandi eru helst allir teir lærdu stovnarnir, har ið esperanto verður lisið; verða fyrst nóg mong fólk útbúgvin har, so er rímiliga gongdin, at fleiri eisini fara at fáa undirvísing, kanska fyrst í miðnámsskúlum og síðan sum valgrein í øðrum skúlum.
Nøkur landstøl við skúlum og stovnum, har ið lært og lisið verður esperanto:
Svøríki: 3 fólkaskúlar, 2 miðnámsskúlar, 2 lærdir háskúlar.
Týskland: 2 fólkaskúlar, 3 miðnámsskúlar, 17 lærdir háskúlar, harav 2 lærara(há)skúlar.
Frakland: 10 fólkaskúlar, 3 miðnámsskúlar, 7 lærdir háskúlar.
Italia: 30 fólkaskúlar, 8 lærdir háskúlar.
Bretland: 3 fólkaskúlar, 6 lærdir háskúlar.
Ungarn: 20 fólkaskúlar, 5 miðnámsskúlar, 4 lærdir háskúlar.
USA: 19 fólkaskúlar, 1 miðnámsskúli, 28 lærdir háskúlar.
Kina: 4 barnaskúlar, 4 miðnámsskúlar, 18 lærdir háskúlar, harav 5 lærara(há)skúlar.
Japan: 4 fólkaskúlar, 6 lærdir háskúlar.
Millumtjóðafróðskaparsetrið
La Akademio Internacia de la Sciencoj (AIS) í Sanmarino er felags virksemispallur hjá yrkisliga framstandandi og málpolitiskt framburðshugaðum vísindafólki um allan heimin, sum miðar ímóti millumtjóðamálsliga at fremja í verki gransking og upplýsing í øllum vísindagreinum og at lata tær koma tøkni og list meir til góða við at betra millumtjóðasamskifti og við millumyrkisligum samstarvi.
Limirnir umboða ymiskar tjóðir, heimspartar, fólkasløg, átrúnaðir, málsamfeløg og politisk øki. Tað politiska fjølbroytni teirra, ið alt hetta umboða, tryggjar, at AIS er politiskt strangliga uttanveltað burtursæð frá teirri felags strembanini móti sínum einasta politiska máli: so við og við í vísindaliga heiminum at gera til veruleika mannarættindini til ótarnað samskifti, annaðhvørt trupulleikin so er málsligar byrgingar ella málsligur mismunur.
AIS er ikki avmarkað til ávís vísindi, men hevur sum meginreglu at vera opið fyri skilfastari gransking á øllum økjum, har ið miðað verður eftir og møguligar eru viðrakingar, sum hava virði, ið eru leys av málsligum, ættarkyns, politiskum, átrúnaðar ella øðrum tilknýti (um enn samanberandi, men ikki til at tæna nøkrum ávísum av nevndu tilknýtum).
AIS varð alment stovnað í 1985 og hevur heimild at próvføra til Bac., Mag., Dr. og Dr. habil.
Almenn mál, ið nýtt kunnu verða á AIS, eru esperanto, italskt, týskt, enskt og franskt.
Umboðsatsetur: Prezidanta Sekretariejo de AIS, Kleinenberger Weg 16 b, D-33100 Paderborn, Týskland.
Upplýsing um AIS á enskum: www.forst.tu-muenchen.de/EXT/AIS/respondoj/en.respondoj.html.