Skúlar gera børnini bangin

At gera trygdarvenjing við næmingum, so tey vita, hvussu tey skulu gera, um fólk við skotvápni kemur í skúlan, skapar ein óneyðugan ótta hjá børnunum. Tað heldur Tóra Petersen, sálarfrøðingur.

Í síðstu viku høvdu lærarar og næmingar í Tórshavnar Kommunuskúla eina venjing, ið skuldi vísa, hvussu mannagongdin er, um ein persónur kemur inn í skúlan við skotvápni. Undir venjingini skuldu næmingarnir millum annað draga gardinurnar fyri og síðani leggja seg niður á gólvið beint undir vindeygunum.

Tóra Petersen, sálarfrøðingur á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, undrast á, at tílíkar venjingar fara fram í skúlunum í Føroyum:

- Hetta er alt ov dramatiskt og ger uttan iva ein stóran part av næmingunum ótryggar, sigur Tóra Petersen, sum í løtuni er undir víðari útbúgving innan sálarlig trauma hjá børnum og ungum.


Skulu kenna mannagongdina

Mentamálaráðið fekk fyri tveimum árum síðani eina áheitan frá løgregluni, um at allir skúlar skulu hava leiðreglur fyri, hvussu lærarar og næmingar skulu bera seg at, um onkur skuldi komið inn í skúlan við skotvápni. Olavus Jespersen, sum er leiðari á skúladeildini í Mentamálaráðnum, heldur tað vera skilagott við tílíkum leiðreglum:

- Løgreglan heitti á okkum um at fáa hesar leiðreglurnar við í tilbúgvingarætlaninar hjá skúlunum, tí hetta eru hendingar, sum koma fyri í øðrum londum, og hóast tað er lítið sannlíkt, at tað hendir í Føroyum, so er betri at vera fyrivarin enn eftirsnarin, sigur Olavus Jespersen, sum vísir á, at enn eru tað ikki allir skúlar í landinum, sum hava havt eina venjing, eins og Tórshavnar Kommunuskúli hevði í síðstu viku. Hann heldur tað vera av stórum týdningi, at bæði lærarar og næmingar vita, hvat tey skulu gera, um so er, at eitt fólk við skotvápni kemur inn í skúlan:

- Mentamálaráðið hevur tilbúgvingarætlanir í samband við so nógv annað, og nú er tað soleiðis, at mannagongdin í hesum sambandi er munandi øðrvísi enn mannagongdin í samband við eitt nú eldsbruna í skúlanum, sigur Olavus Jespersen. Sambært honum er tað umráðandi, at tey ikki leypa ótta á næmingarnar við kunning um leiðreglurnar og venjingum, sum lærarar gera saman við børnunum:

- Vit hava roynt at gjørt tað soleiðis, at mannagongdin ikki skal virka ógvuslig upp á næmingarnar, men ístaðin verða upplýsandi, sigur Olavus Jespersen um venjingarnar.


Børnini verða skelkað

Tað eru fleiri orsøkir til, at sálarfrøðingurin Tóra Petersen heldur, at tílíkar venjingar ikki eiga at finna stað í føroysku skúlunum:

- Børn heilt upp í tólv ára aldurhugsa ógvuliga ítøkiliga. Tað vil siga, at hoyra tey um eina tsunami í Teilandi, so verða tey bangin fyri, at tað eisini fer at henda í Føroyum. Eitt annað dømi um, at børn ikki duga at hugsa abstrakt, er um ein drong, sum skuldi koyra í undirsjóvartunnli, og tí ætlaði hann at hava tráðu við sær, greiðir Tóra Petersen frá. Hon leggur afturat, at kunningin og venjingarnar, í samband við mannagongdina um skotvandi er í skúlanum, kann best lýsast á ein hátt:

- Hetta er sum at skjóta starar við høglbyrsu. Tað kann hugsast, at nógvir næmingar gerast rættiliga forskrektir av hesum leiðreglunum og venjingini, sigur Tóra Petersen. Umframt at børnini kunnu gerðast óttafull og kenna seg ótrygg, so kann ein avleiðing av hesi kunningini til børnini verða, at tey blíva bangin fyri at fara í skúla:

- Børn reagera ógvuliga ymiskt upp á tað, tey hoyra og síggja í gerandisdegnum, og ein reaktión upp á kunningina um, hvussu tey skulu gera, um onkur kemur inn í skúlan við byrsu, kann verða, at børnini fara at reagera upp á menn og uppfata teir sum vandamiklar, fortelir Tóra Petersen.



Børn nýtast ikki kunningina

Olavus Jespersen frá skúladeildini í Mentamálaráðnum leggur stóra dent á, at leiðreglurnar og kunningin á ongan hátt skulu gera næmingarnar bangnar, og hann heldur, at næmingarnir duga at skilja tilbúgvingarætlanina:

- Børn og ung í dag síggja so nógv á netinum, í filmum og í sjónvarpi, og tey vita, hvat er veruleiki og skilja tað, tá mann tosar um møguligar vandar, sum tó mest sannlíkt ikki koma fyri, heldur Olavus Jespersen. Tað er Tóra Petersen ikki samd í:

- Trupulleikin er júst tann, at vit vita frá sálafrøðiligum kanningum, at børn duga ikki serliga væl at fyrihalda seg til tíð og distansu. Av tí at vandin, fyri at onkur skal koma inn í ein føroyskan skúla við skotvápni, er so lítil, so er eingin orsøk til at upplýsa næmingarnar um hetta, sigur Tóra Petersen.

Sambært Olavus Jespersen er ætlanin, at skúlar saman við løgregluni skulu gera eina tilbúgvingarætlan, um ein skottilburður skuldi komið fyri. Hann ímyndar sær, at skúlarnir so fara at hava eina trygdarvenjing einaferð um árið;

- Eg rokni við, at tað verður soleiðis, at mann fer at hava ein tílíka venjing líka ofta, sum mann hevur venjingar í samband við eldsbruna í skúlanum, sigur Olavus Jespersen. Tóra Petersen heldur ikki, at hetta er ein gongd leið:

- Fyrst og fremst meti eg hetta vera meira møði enn føði fyri børnini, tí tey gerast óttafull. Harafturat haldi eg, at um skúlarnir partú vilja hava greiða mannagongd í samband við skottilburð í skúlanum, so skulu lærararnir kunnast og læra mannagongdina, men børnini hava best av at verða hesa vitanina fyri uttan, heldur Tóra Petersen.