Í desember skipaðu næmingarnir fyri árligu loppusøluni, har teir seldu lutir og leikur víðari. Inntøkuna av søluni valdu nærmingarnir at geva til eitt gott endamál - og í ár hava tey valt at deila peningin millum barnadeildina á Landssjúkrahúsinum og Sinnisbata.
– Vit eru sera takksom fyri gávuna, sum kemur væl við. Pengarnir vera til gagns fyri børn og ung, ið liva í familjum við sálarsjúku og hava tørv á onkrum at deila sínar kenslur og tankar við, sigur felagið Sinnibati.
– Eingin ivi skal vera um, at næmingarnir á Sankta Frans skúla eru við til at gera stóran mun fyri hesi børn við teirra flottu gávu! Enn einaferð eina hjartans tøkk! sigur Sinnisbati.