Argir: Sólin hevur hug at kaga fram og veðrið er heilt gott úti á Argjum henda týsmorgunin. Hesin týsmorgun, sum helst er sum allir vanligir týsmorgnar hjá flestu føroyingum, er fyrsti skúladagur hjá 10. flokki í Argja skúla hetta skúlaárið. Fyrsti skúladagur fyri 10. ferð er nú heldur ikki nakað serligt í sær sjálvum, men hesuferð er fyrsti skúladagur ikki í sjálvum Argja skúla, sum hann hevur verið øll hini níggju árini. Í ár savnast næmingarnir aftur aftan á summarsteðgin í Róðrarneystinum á Argjum. Og her skulu tey húsast inn til okkurt betri er funnið til teirra.
Teir eru í góðum lag, hóast alt ? næmingarnir. Ikki síggja tey nývaknað út heldur. Kanska tað góða veðrið spælir sín leiklut her. Nøkur standa uttanfyri, og í gongini eru eisini nøkur. Inni í stóra salinum í neystinum, sum nú átti at verið kallað skúlastova, sita nakrir næmingar. Onkur teirra etur, onkur situr og bíðar. Tey práta saman. Týðiliga sæst tó, at hetta ikki er nøkur skúlastova. Skúlaborðini eru gott nokk sett upp, sum um hetta var ein skúlastova, og ein heldur ússalig lítil talva stendur fremst við lærarapultin.
Farið verður upp ígjøgnum trappurnar. Har standa nakrar grønar sofur. Tær eru fullar av ungdómi. Útsýnið er gott ? um ikki annað. Frá lítla loftinum sæst útyvir alla Havnarvág og yvir alla Havnina.
Ongar teldur
Uppi á loftinum sita næmingarnir og práta. Teir hugna sær rættiliga. Kanska kann tað tykjast sum ein fyrimunur hóast alt, at vera sloppin undan øllum resinum yviri á skúlanum. Øllum buldrinum av hinum næmingunum.
Eini 15 eru tey, sum sita á loftinum. Tosað verður nógv saman. Um arbeiði, klæðir, um nýggju hølini. Spurd um, hvussu tað er at vera í neystinum, siga tey fyrst, at tað er eitt sindur ringt at siga, tí hetta er jú fyrsti skúladagur hjá teimum.
? Men tað er eitt sindur rotið, siga tey. -
? Her er onki sjónvarp, ongar teldur, onki køliskáp, ongin ghettoblastari. Hetta eru ikki júst umstøður til skúla, halda tey.
Næmingarnir nevna eisini, at yviri í skúlanum hava tey júst fingið nýggj borð, sum eru góð fyri ryggin, og yviri í neystinum, standa gomlu og vrakaðu skúlaborðini.
? Fyri at vit skulu tíma at vera her, so mugu vit altso fáa eitt sjónvarp og ein ghettoblastara, siga tey.
? Og eitt køliskáp!, er onkur skjótur at leggja afturat.
Umstøðurnar eru ikki tipp-topp, men hóast alt, so lata tey ikki so heilt illa at.
? Her verður kanska eitt sindur einsligt í síðsta enda, tá ein bara sær tey somu fólkini alla tíðina, siga næmingarnir. ? Ein verður kanska eitt sindur avbyrgdur frá øllum hinum, sum hendir á skúlanum.
Men hóast alt, so vóru deildar meiningar um alt. Fleiri næmingar vóru hóast alt glaðir fyri at vera á neystinum.
Mótmæla vilja tey heldur ikki.
? Tað nyttar onki, tí tey lurta ikki eftir okkum alíkavæl, sigur onkur. Og so er onkur annar, sum heldur okkurt annað, og so í eina stutta tíð er ein lítil málageipan um hetta. Men hon endar skjótt, og evnið verður skjótt okkurt annað - okkurt áhugaverdari.
Ongin útgerð
Mánakvøldið vóru borð og stólar fluttir yvir í neystið. Og tá næmingarnir komu í »skúla« týsmorgunin vóru borð, stólar, talva og lærarapultur sett upp.
Ongin onnur útgerð er til næmingarnar. Teldur eru ongar, sjónvarp er onki.
Tímin eigur at byrja klokkan 9.40. Og klokkan, ja, hon er vorðin 9.50.
Næmingarnir byrja at ivast, um lærarnir yvirhøvur fara at koma.
? Heilt sikkurt teir hava gloymt okkum, tekur ein teirra til.
Men nei. Næmingarnir eru ikki gloymdir kortini. Fimm minuttir seinni koma tveir lærarar. Tað sær út, sum rokning er á skránni. Við sær hava teir skúlabøkur til komandi skúlaárið.
? Vit skulu fyrst plastað bøkurnar, sigur tann eini lærarin.
? Hevur nakar ein saks?
Men nei. Ongin hevði nakran saks. Og í slíkum føri ber ikki til at renna yvir í evningstovuna eftir einum saksi, tí ongin evningstova er til taks.
Síðani vísti tað seg eisini, at heldur onki krit var. Og onki ruskílæt.
Sjálvt um nógv rokilsi hevur verið burturúr neystinum á Argjum, so tykist tað sum um næmingarnir fara undir nýggja skúlaárið við góðum treysti. Hvørki neyst, vantandi teldur, sjónvarp, ghettoblastari, køliskáp ella nøkur kommuna, skal oyðileggja teimum seinasta skúlaárið við nógvum stuttligum upplivilsum.











