Skúlanæmingar gjørt film

Í gjár fóru tríggir ungir mans til próvtøku á tekniska skúla í Klaksvík. Evnið hjá teimum var ein verkætlan, sum teir hava arbeitt við í eina tíð. Teir hava gjørt ein film, sum somuleiðis er ein lýsingarherferð ímóti kriminaliteti undir heitinum Alt byrjar í smáum

Klaksvík:
Gunnleivur Biskopstø, Helgi Hvannastein og Julius Biskopstø hava verið til roynd í lærugreinini Tøkni. Hendan lærugreinin er undir breytini Miðlar og Samskifti, sum sá dagsins ljós fyri fyrstu ferð á skúlanum í fjør.
Próvtøkan hjá teimum má sigast at hava verið í eini heldur øðrvísi verkætlan. Í mars mánaði fóru teir í gongd við at gera ein film. Ikki nakran langan film, men ein film, sum hevur ein greiðan boðskap.
Søgugongdin er í stuttum hon, at ein drongur kemur inn á eina Statoilstøð. Krambakallurin fer út úr handlinum eina løtu, og tað er nóg mikið til, at drongurin verður lokkaður til at stjala. Krambakallurin varnast tað, men drongurin flýggjar við tí, sum hann hevur stolið. Komin út úr sølubúðini tekur hann ein bil og koyrir avstað - undan løgregluni.
Filmurin endar við, at drongurin verður kroystur í ein krók av løgregluni, og tá kemur ein tekstur fram á myndina. Hví seta teg sjálvan í hesa støðuna.

Herferð
Teir tríggir greiða frá, at verkætlanin hjá teimum er ein herferð ímóti kriminaliteti. Teir hava sjálvir funnið upp á hetta og gjørt filmin úr einum enda í annan.
? Vit hava eisini gjørt tað soleiðis, at tað sær út sum um hetta er gjørt í samstarvi við Fyribyrgingarráðið. Tað er sjálvandi fiktivt, men als ikki óveruligt, siga teir.
Filmurin eitur alt byrjar í smáum, og tað er somuleiðis heitið á verkætlanini, sum teir vardu á skúlanum fríggjamorgunin.
Julius og hinir greiða frá, at hetta ikki bert er ein filmur. Her er talan um eina herferð við bæði plakatum og øðrum, har filmurin tó er miðdepulin.
? Alt verður gjørt út frá boðskapinum í filminum, sigur Gunnleivur.

Egin framleiðsla
Vanligt er til eina próvtøku, at tað skal ein rúgva av fyrireiking til. Og er hendan í so máta onki undantak. Munurin er bara hann, sambært teimum trimum, at fyrireikingin hevur staðið upp á allatíðina, meðan teir hava arbeitt við verkætlanini.
?Tað er ikki tað sama nú. Og so nógv hugaligari, tá tú hevur verið í prosessini allatíðina. Vit hava jú gjørt og framleitt hetta úr einum enda í annan, so tað sigur seg sjálvt, at vit áttu at havt gott innlit í tí, sum liggur her á borðinum, sigur Gunnleivur og peikar á skrivligu frágreiðingina.
Tó vita teir, at tað finnast nakrir veikleikar í henni, og tað tóku teir fram til munnligu próvtøkuna.
? Tað er altíð gott sjálvir at vísa á teir veikleikar, sum vit vita av, tí próvdómarin setur jú sjálvandi kritiskar spurningar, sigur Julius.

Læruríkt
Allir tríggir eru teir samdir um, at hesin arbeiðshátturin hevur verið sera mennandi og læruríkur.
? Eitt, sum eg so sanniliga havi funnið út av og eri komin betur til at skilja, er hví Sjónvarp Føroya ikki framleiðir so nógv føroyskt tilfar, sigur Gunnleivur.
Tað tekur ótrúliga langa tíð at framleiða nakrar fáa minuttir, og tað skulu øgiliga nógv fólk til.
? Rulluteksturin hjá okkum er alvorliga langur við øllum teimum, sum á ein ella annan hátt hava hjálpt til, sjálvt um filmurin bara er tríggjar minuttir, greiðir Helgi frá.
Skemtandi siga teir eisini, at tað negativa er, at teir aldrin aftur fara at kunna hyggja at einum vanligum filmi í biografi ella sjónvarpinum uttan at finna mistøk.
? Allir filmar hava mistøk, men nú duga vit so nógv betur at fáa eyga á teir, sigur Gunnleivur.
Teir hava umframt hesa próvtøkuna, sum teir júst hava verið til, tvær eftir. Og so skuldi bæði húgva og prógv verið teimum í hendi.
Lærari hjá teimum í Tøkni er Olga Biskopstø, og siga teir, at hon hevur verið teimum ein dyggur stuðul í teirra arbeiði.
Hvat framtíðin fer at vísa, vita teir ikki rættuliga. Men Helgi og Julius hava hug at fara at útbúgva seg innan telduheimin, meðan Gunnleivur meira hellir seg til miðlarnar.