Kappróður
Í kvøld fara teir at leggja síðstu hond fyrireikingarnar til FM kappróðurin á Skála í morgin. Tá ið Fjarðastevna seinast var á Skála, var alt liðugt klokkan 17.05, og hetta ætla teir eisini at klára í morgin:
- Vit hava tveir fastar startir. Barnaróðurin verður kl. 13, og tað verður fastur startur á 500 metrum. Tá ið barnaróðurin verður liðugur, flyta vit henda startin út á 1500 metrar. Hin starturin verður í kvøld lagdur á 1000 metrar, og tann startin fara vit at flyta út á 2000 metrar, tá ið róðrarnir av 1000 metrum verða avgreiddir. Síðst var hetta eingin trupulleiki. Vit eru nógvir teir somu, sum fáast við hetta. Hann sigur frá góðum veðri, og tí rokna vit við, at tað eisini fer at ganga væl hesa ferð.
Tað sigur Jógvan Pauli Christiansen, sum er formaður í kappróðrarfelagnum á Skála.
Róðrarøkið á Skála er sera høgligt, bæði fyri rógvarar og áskoðarar. Róð verður fram við havnarlagnum. Endamálið er 100 metrar innanfyri bedingina. 1000 metra málið er norðanvert bátahylin, 1500 metra málið er við Prestá, og 2000 metra málið er við Múllers hús.