Skálamenn kløkkaðu LÍF

Fótbóltur, 2. deild: Leirvíkingar mistu tvey stig á Skála

2. deild Skála-LÍF 1-1 (1-0)


Leirvíkingar eru í betri venjingarstøðu enn skálamenn. Tað var sjón fyri søgn, tá tað leið fram móti endanum í dystinum á Skála leygardagin. LÍF, sum stríðist fyri at halda tørn um møguleikan at flyta upp, trýsti nógv á fyri at fáa sigursmálið, men tað eydnaðist ikki.

LÍF legði bragdliga fyri. Teir vóru ágangandi og jagstraðu teir á heimaliðnum langt frammi á vøllinum. Skálamenn í sínum lagi hugsaðu fyrstu løtuna ikki so nógv um álopspartin, men royndu at halda tørn, og tað eydnaðist, og tá teir longu í 5. minutti fingu hol á ? hetta var fyrsti møguleikin, sum teir høvdu ? so javnaði spælið seg. Bent Djurhuus stakk upp mitt fyri málinum og stútaði frísparksinnleggið úr vinstru frá Kaysten Rasmussen í handara síðunetið aftanfyri Hallur Hansen. Sami Bent Djurhuus hevði stutt eftir møguleikan at økja, men hann sendi langskotið eina sponn við síðuna av tóma málinum (Hallur Hansen var farin úr málinum at sparka burtur).

LÍF, sum ikki fekk so stóra nyttu burturúr Mirek, tí Artur Johansen ansaði honum sera tætt, javnaði í 49. minutti, og tað var vorðið sum mál. Eftir ein langan bólt fram í høgru, tók Kristian á Reynatrøð, ið var staddur 20 metrar frá baklinjuni og langt úti í høgra borði, kjansin. Hann smekkaði til, og bólturin dúkkaði aftanfyri Leivur Justinussen í málinum hjá Skála og niður í handara síðunetið.

Annars vóru ikki nógvir møguleikar. Mirek kom eina ferð leysur, men hann valdi at skjóta, áðrenn hann kom í brotsteigin, og Bogi Gregersen í Skála álopinum var tvær ferðir leysur, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin framvið Halli Hansen.