Skálamenn brynja seg av álvara

Tveir av stóru stuðlunum hava skrivað undir uppá, at teir saman við Sorin Anghel og nógvum ungum monnum fara at stríðast fyri at fáa Skála aftur í bestu deildina

Teir á Skála eru av álvara farnir undir at brynja seg til setningin í 2021, sum er aftur at vinna plássið í bestu deildini.

Nógvir av ungu og evnaríku spælarunum hava skrivað undir uppá, at teir eisini í 2021 fara at spæla við barndómsfelagnum á Skála, stutt undan jólum skrivaði ársins profilur í 2020, Niels Pauli Danielsen, undir nýggjan sáttmála, og á ársins síðsta degi boðaði Skála frá, at tveir aðrir týdningarmiklir spælarar hava skrivað undir, og at tað ber við sær, at teir í 2021 og eisini í 2022, tá ið teir á Skála vóna aftur at vera í fremstu ræði, hava skrivað undir.

Talan er um liðformannin Pætur Dam Jacobsen og um Jónhard Frederiksberg, sum í summar aftur varð partur av besta liðnum, eftir at hann á heysti í 2019 var givin.

38 ára gamli Pætur Dam Jacobsen hevur sambært faroesoccer.com spælt 363 dystir í bestu deildini, 60 dystir í steypakappingini, 14 dystir í Europa og tríggjar landsdystir.

40 ára gamli Jónhard Frederiksberg hevur spælt 398 dystir í bestu deildini, 48 steypadystir, 14 dystir í Europa og 14 landsdystir.

Á facebook siga teir í Skála Ítróttarfelag, at teir báðir, Pætur og Jónhard, umframt virknan leiklut sum leikarar eru báðir virknir í felagnum á ymsan hátt, og at tað verður fegnast um, at hesir garparnir eru sinnaðir at taka eitt tak við felagnum aftrat í komandi kappingarári.