Skúlamekling er ein sera nógv brúktur arbeiðsháttur á skúlum í til dømis Noreg og Svøríki.
Turið Debes Hentze, løgfrøðingur og meklari, hevur fylgt við í hesum arbeiðinum og heldur tað kundi verið vert at umhugsa hendan møguleikan í royndunum at forða og steðga happing á føroyskum skúlum.
Geva og taka ímóti umbering
Turið greiðir frá, at eins og við øðrum trætum er orsøkin til, at happing ofta fær loyvi til at standa við og vesna, ofta, at hvørgin av pørtunum veit, hvussu hin kennir tað. Hetta kemst av, at hvørki happari ella offur nakrantíð hava hoyrt hina síðuna av søguni. Endamálið við skúlamekling er at lata báðar partar fáa høvi at djúpa seg í støðuni hjá hinum partinum. Aftaná fær ein neutralur meklari so høvi at spyrja nærri inn til, hvat tað var, sum gjørdi, at happingin fekk loyvi at halda fram og fekk so álvarsliga avleiðingar.
Tankin er, at tann sum happar, skal konfronterast við tann happaða og skal kunna biðja um umbering fyri sín atburð. Tann happaði skal hinvegin kunna taka ímóti hesi umbering og kunna vísa happaranum tað álit at trúgva uppá, at umberingin er meint í álvara.
Á skúlum, ið nýta hendan arbeiðsháttin, fáa ávísir næmingar møguleika at læra seg at mekla ímillum happarar og offur. Tá báðir partar hava greitt frá síni støðu, kemur meklarin upp í leikin, millum annað við spurningum um, hvussu ein kundi hugsa sær at støðan skal broytast.
Fastlæstar trætur
- Í grundini ynskir ongin, sum er partur av happingini, at støðan skal halda fram. Ofta kann orsøkin verða ein gomul træta, sum hevur fingið loyvi at læsa seg fullkomiliga fasta, tí ongin veruliga hevur sett orð á hana. Tí endar skúlamekling við einum felags brainstorm har offur, happari og meklari koma við sínum hugskotum um, hvussu man skal bera seg at framyvir.
Turið Debes Hentze hevur sjálv nógvar royndir sum meklari í sínum starvi sum løgfrøðingur. Hon greiðir í hesum sambandi frá, at nógv mál ongantíð áttu at verið endaði í rættinum, júst tí tey væl kundi verðið loyst við mekling, áðrenn tað kom so langt. Við øðrum trætum eins og við happing, snýr mekling seg ikki minst um, at partarnir læra seg at síggja hvønn annan sum menniskju, so teir kunnu byrja at tosa saman og fáa reinsa luftina, so viðurskiftini kunnu fáast í rættlag.










