Skúlamøði ella skúlagleði – tað er spurningurin

Í eftirskúlanum í Hvalba er ætlanin, at virðingin fyri felagsskapinum og persónliga menningin verður í hásæti.

– Fortreytin fyri, at arbeiðið við ungum skal eydnast er, at tú vísir teimum álit og gevur teimum ábyrgd, sigur ein av stigtakarunum til eftirskúlan, prestur í farloyvi, Ólavur Rasmussen.

- Endamálið við kostskúlatankanum er at geva næmingunum eina fatan av at vera ein viðurkendur partur av einum felagsskapi. Hetta hevur ikki minst týdning í dag, har tað í alt størri mun ræður um at bjarga sær og sínum, eisini her í Føroyum. Við at geva teimum kensluna av at vera vird, eggja vit teimum samstundis til persónliga og positiva menning, sigur Ólavur Rasmussen, sum er ein av stigtakarunum til at seta á stovn eftirskúla í Hvalba til 80 næmingar í 10. flokki.
 
Stórur áhugi
Tað eru nú nærum tveir mánaðir síðani at hann og umboð fyri kommunurnar í Føroyum kunngjørdu, at ætlanir eru um at seta á stovn Føroya fyrsta eftirskúla: Atlantic Adventure Eftirskúla í Hvalba. Tað eru seks ár síðani at lógin um eftirskúlar kom í gildi, og beinanvegin fór ein áhugabólkur undir at fyrireika eftirskúlan. Í arbeiðsbólkinum vóru Ólavur Rasmussen, Tummas í Dali og Jakob Vestergaard, landsstýrismaður.
Ólavur greiðir frá, at longu nú hava fólk víst skúlanum ovurhonds stóran áhuga, bæði foreldur, børn, kommunal- og landspolitikarar. Foreldur hava spurt, um tey kunnu tekna børn síni til skúlan og onnur ilskast inn á, at børn teirra ikki náa at koma á skúlan.
- Og fyri einaferð skyld eru kommunurnar á oynni samdar um, at skúlin skal liggja í Hvalba, tekur Ólavur skemtandi til. 
Miðað verður ímóti at fara undir at prosjektera og grava út longu komandi ár. Hetta veldst tó um tey náa at koma við á fíggjarlógina. Tørvur er á 7,5 milliónum fyrsta árið, og eftir ætlan tekur skúlin fyrstu næmingarnar inn í seinasta lagi í august 2010. Um so verður, verða tað tey, sum ganga í 6. flokki nú, ið sleppa inn fyrst.
 
Besti árgangur
- Krøvini til tey ungu í dag eru ómetaliga hørð, bæði hvat viðvíkur útsjónd, verumáta og førleikar. Tey koma lættliga at kenna seg minni verd ella einsamøll, um tey ikki eru sum hini ella megna alt tað, sum verður væntað av teimum. Hetta er ikki so løgið, tí í dag snýr tað seg um at klára seg sum einstakling, og fá atlit verða tikin til felagsskapin, sigur Ólavur Rasmussen.
- Hetta er eisini orsøkin til, at tilboðið bert fevnir um tíggjunda flokk, og at tað verður skipað sum ein kostskúli, greiðir hann frá. Og hann vísir á, at hesin aldursbólkur hevur onki hóskandi tilboð her á landi frammanundan, og í tíggjunda flokki kunnu næmingarnir sjálvir laga sær eina hóskandi undirvísingarætlan til. Ella velja at taka víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans. Tí, sum hann tekur til:
- Succesupplivingarnar verða tær, sum alt annað skal byggjast á.
 
 
Skapandi gleðin
Skúlin byggir á Grundtvigska frískúlatankan, og sæst hetta millum annað eisini aftur í, at útboðið av skapandi lærugreinunum er stórt og fjølbroytt.
Grundtvig tosaði eitt nú um samanspælið og sínamillum virðingina millum lærara og næming, og millum teori og praksis í lærugreinunum. Fyri hann var livandi orðið ikki bara talaða orðið, men eisini tankin ella hugmyndin, umsett til nakað ítøkiligt ella handaligt.
- Vit kunnu samanbera eftirskúlan við eitt tíðarskeið, har tann ungi sleppur at bera tankar sínar fram á ein skapandi hátt. Hetta er mangan tað, sum vendir skúlamøði til skúlagleði, sigur Ólavur, og heldur fram:
- Hetta kemur ætlandi til sjóndar við ymsum verkætlanum: tvørgreinaligum, listarligum, handaligum og bókligum, og við tiltøkum, har næmingarnir siga sína hugsan, umframt at framføra ymiskt, sigur Ólavur Rasmussen.
 
Serligar læraratypur
Treytin fyri, at skúlin skal eydnast er sjálvsagt, at røttu lærararnir verða settir í starv. Teir skulu hava gott tol og teir skulu skilja, at ofta skal bara ein lítil skeivleiki til, fyri at missa tann unga av hondum.
- Hetta krevur, at lærararnir, umframt at vera serliga væl fyri innan lærugreinar sínar, eisini skulu hava ein ovurstóran sosialan intelligens, kundi ein sagt. Og so skulu lærararnir hava somikið av áliti á næmingunum, at teir lata teimum upp í hendi ábyrgd, bæði fyri ítøkiligum uppgávum á skúlanum og fyri avgerðum, ið skulu takast.
Spurdur, hvat hann hugsar um, tá hann tosar um álit og ábyrgd, greiðir hann soleiðis frá:
- Vit ynskja, at stórur partur av virksemi skúlans byggir á umboðandi demokrati, so næmingarnir kenna, at ábyrgd fylgir í kjalarvørrinum á persónligari støðutakan. Harumframt er ein fyritreytin fyri góðum trivnaði, at tey ungu eru við í dagligu uppgávunum at vaska klæði, gera mat og at halda skúlan reinan.
- Tí tey ungu trívast ikki í lorti, hvørki so ella so, staðfestir Ólavur Rasmussen avgjørdur at enda.