Skiparin á trolbátinum noktar at hava fiskað á stongdari leið og vil tí ikki gjlada sektaruppskotið frá ákæruvaldinum Brimil kom týskvøldið á Havnina við trolbátinum Skálafossi, tí Fiskiveiðieftirlitið segði, at hann hevði trolað á stongdari gýtingarleið vestan fyri Føroyar.
Ákæruvaldið segði, at Skálafossur fýra ferðir hevði havt trolið innanfyri, og hósdagin fekk skiparin sektaruppskot upp á umleið 480.000 krónur við øllum.
Men skiparin noktaði at gjalda, tí hann metti seg ikki hava fiskað ólógliga.
Tí endar máliðå í rættinum.










