Skálafjarðatunnilin – kannið aðrar haldgóðar møguleikar

Mortan Winther Poulsen
-----

Tá Alfred Olsen, løgtingsmaður, í grein í Sosialinum nr. 11 28. januar sigur: »at nú verður gongd sett á verkætlanina«, haldi eg, at vert er at minna á greinina: »Tí eigur Skálafjarðartunnilin at bíða«, ið Frank Hansen, civilverkfrøðingur, Tórshavn skrivaði í Sosialinum nr. 24 25. februar 2011.
Eg mæli øllum politikarum og áhugaðum annars til at finna greinina fram aftur og lesa hana gjølla, tí her ger Frank Hansen við greiðum ávísingum vart við, hvussu ein nógv bíligari og greiðari høvuðsfarleið millum Eysturoynna og Streymoynna og eisini Norðoyggjar og Vágar kanns kipast. Ein stórur fyrimunur er eisini, at ætlanin kann fremjast stigvíst.
Hetta átti at verið kærkomið uppskot at kanna gjølligari og sett í verk, nú peningur trýtur í so stórt mát, at nær um alt verður skorið niður í botn og meir enn tað.
Eisini ger hann tríggjar sera kritiskar og greiðar viðmerkingar til verandi ætlan við Skálafjarðartunlinum.
Eg skal her bert endurtaka tvær tær seinastu:
»At høvuðsleiðin kemur at ganga gjøgnum bygd økir, t. e. Runavík og bygdirnar á eystara armi á Skálafjørðinum, um ikkki ein vegur verður gjørdur oman fyri Søldarfjørð og Runavík.«
»At tað skulu gerast íløgur fyri minst 1 mia kr, har grundarlagið er sera bjartskygdar ferðsluframskrivingar. Ferðsluvøkstur á 50-80%, úr 2500 - 3000 bilum/dag í 2008 til 4500 bilar/dag í 2014 til og frá Havnini til Eysturoynna og Norðuroyggjar. Tá er roknað við minst 100% av potentiellu akførunum, sum í dag koyra í Norðsálatunlinum.«
Tað, sum her er ávíst, fer at fáa álvarsligar og sera kostnaðarmiklar avleiðingar fyri bæði økini báðumegin ætlaða tunnilin.
Kostnaðurin av hesum avleiðingum átti at verið tengdur at tunnilskostnaðinum og ikki verið hongdur um hálsin á borgarunum.
Fyri at fáa tunnilsprojektið at síggja meira sjálvberandi út ger man eina sera bjartskygda ferðsluframskriving við øktum bilatali upp á 50-80%. Um so verður, hvat ikki kann væntast í hesum peningatrongu tíðum, kemur hetta at skapa stórar ferðslutrupulleikar báðu megin tunnilin og serliga í økinum av Kallanesi, har tunnilin væntandi kemur upp, og oman til Havnar. Hetta vegastrekkið er undir sera hørðum ferðslutrýsti.
Havnar kommuna hevur áður gjørt vart við, at spurningurin um ferðsluna hesumegin tunnilin skal loysast, áðrenn projektið fer í gongd. Vit, ið búgva her á leiðini, vóna, at hon stendur fast við hetta kravið, tí sum er, er støðan longu nú sera strongd.
Vónandi er okkara politiska stýrislag somikið at sær komið, at ikki verður farið undir eina so ovurhonds stóra íløgu uttan at kanna aðrar ávístar haldgóðar møguleikar.