Skálafjarðasiglingin ? ein dýr tænasta

Oddagrein

 

Nú er greitt, at tað fer at kosta í minsta lagi slakar 8 mió.kr. at hava eina siglingarleið inn á Skálafjørðin. Hetta fekk almenningurin at vita mánadagi, tá tilboðini upp á ta fyrstu privatu rutunu hjá Strandfaraskipum Landsins vóru latin upp.


Tað hevur verið ein kongstanki hjá hesum landsstýrinum, at nakrar almennar tænastur skulu privatiserast ella útlisiterast. Óóivað er tað rætt at leggja summar tænastur út til privatar persónar ella fyritøkur at reka, men í øðrum førum er tað púra burturvið. Serliga tá tað snýr seg um lívsneyðugar samfelagstænastur.


At leggja skálafjarðasiglingina út til eina privata fyritøku at reka kann neyvan øsa nakran. Siglingarleiðin er ikki nøkur lívsneyðug tænasta ? heldur ein marglætisruta ? og kann eitt privat felag reka hana bíligari enn Strandferðslan, er tað ein sjálvfylgja at "pirvatisera" leiðina.


Men kostnaðurin hjá tí privata flutningsfelagnum, sum hevur tað bíligara tilboðið, er tvífalt so høgur, sum tað ídag kostar at sigla millum Havnina og Skálafjørðin hjá Strandferðsluni. Stikk den! Men vit skulu sjálvandi hava í huga, at Strandferðslan brúkar eina 40 ára gamla dangu, meðan eitt privat felag skal gera íløgu í eina rættliga nýggja tvíkilju.


Nú vita vit so, at tað fer at kosta 8 ella 10 mió.kr. at hava hesa siglingarleið. Um hetta er lítið ella nógv skal vera ósagt á hesum stað. Men vit kunnu seta spurnartekin við nyttuvirðið í hesi leið, og mæla Vinumálastýrinum til at koma við eini cost-benefit-kanning.


Eisini kunnu vit samanbera henda kostnaðin við, at ein túrur afturat millum Suðuroynna og meginøkið vanliga verður sagdur at kosta eina mió.kr. Nógv orðaskifti hevur verið um túratalið á hesi siglingingarleið, sum er tað einasta sambandið, suðuroyingar hava, meðan fólk við Skálafjørðin, ella eysturoyingar sum heild, kunnu seta seg í ein fjálgan bil ella buss, og koyra eftir góðum vegi, um berghol og brúgv, tá leiðin gongur til Havnar.


Tað kann ikki verða annað enn torført at koma við eini politiskari grundgeving fyri at varðveita hesa leið, tá tað nú er greitt, at hon fer at kosta tað sama sum 10 túrar millum Suðuroynna og meginøkið. Serliga tá vit hava í huga, hvussu torført tað hevur verið at hækka túratalið á hesi leið, sum er ein lívsneyðug tænasta fyri fólkið, vinnulívið og trivnaðin í Suðuroynni. Løgtingið hevur nú møguleikan at spara 10 mió.kr., og hann má vera kærkomin, tá vit dagliga hoyra um tørvin á øllum økjum!