Skálafjarðartunnilin – ein vinningur

Alfred Olsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin
------

Tá ið løgtingið í morgun samtykti at geva felagnum loyvi til at fara undir at gera og reka Skálafjarðartunnilin, var tað fyri Tjóveldi ein katastrofa, men fyri mær og flestu onnur, var tað ein vinningur.
Vinningur yvir afturhaldskreftunum í Tjóveldi, sum hava verið ímóti hesi privatu verkætlan alla tíðina.
Vinningur fyri menningina av Skálafjørðinum, Eysturoynni, Norðoyggjum, Streymoy og allar Føroyar.
Vinningur fyri rakstur og menning av vinnulívinum, bæði á landi og sjógvi.
Vinningur fyri umhvørvið, ferðslutrygdina og arbeiðsfólk.
Vinningur fyri tað privata initiativið, sum eisini her hevur víst sín dugnaskap, og eg kann staðfesta, at fyri tí framburði og tí menning, vit hava havt í Føroyum, hevur tað privata í flestu førum verið drívmegin.
Vinningur fyri øll fólkini, sum ferðast dagliga millum Tórshavn, Eysturoynna og Norðoyggjar, sum í tíð koma at hava góðan tíma meira við hús daglig, umframt at spara bensin og slit á bilin.
Tjóveldi sær avgerðina um Skálafjarðartunnilin sum eina katastrofu, men fyri Føroyar og flestu okkara, sum ferðast og virka í økinum, er samtyktin um at fara undir projektið, ein stórur vinningur.