Á tingfundi í morgin fer løgtingið undir fyrstu viðgerð av málinum um at leingja freistina hjá P/F Skálafjarðartunlinum at koma við eini burðardyggari verkætlan um tunnil undir Skálafirði og Tangafirði Tað er Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, sum hevur lagt uppskotið fyri løgtingið.
Hetta er eitt uppskot um broyting í aðrari løgtingslóg um einkarætt til at byggja, reka og fíggja ætlaða undirsjóvartunnilin.
P/F Skálafjarðartunnilin hevði freist til 1. desember 2010 at koma við eini endaligari ætlan, men av ymiskum orsøkum eydnaðist hetta ikki.
Nú mælir landsstýriskvinnan, Annika Olsen, til, at felagið fær eina longda freist fram til 1. august 2011 at sannføra løgtingið um, at P/F Skálafjarðartunnilin hevur eina burðardygga verkætlan og fígging til at frema hesa í verki.
Eftir fyrstu viðgerð fer málið í rættarnevndina.










