Undirsjóvartunlar
Sandoyartunnilin kemur ikki at kosta landskassanum og harvið skattgjaldarunum eina krónu, um tunnilin millum Skálafjørðin og Havnina, sum Landsverk kallar Eysturoyartunnilin, verður tikin við í somu ætlan. Hetta er niðurstøðan í einum uppriti frá Landsverk til Vinnumálarið, sum Sosialurin hevur fingið innlit í. Í samandráttinum til uppritið skrivar Landsverk:
»Niðurstøðan er sera greið. Landið kann byggja Sandoyartunnilin og Eysturtunnilin, uttan at peningur verður játtaður á fíggjarlógini við at leggja báðar tunlarnar í eitt alment partafelag.«
Víðari skrivar Landsverk til Vinnumálaráðið:
»Henda loysnin gevur nógv størri samfelagsligar fyrimunir enn at byggja Eysturoyartunnilin á privatum grundarlagi og Sandoyartunnilin á einum almennum grundarlagi. Harafturat gevur hesin hátturin møguleikan fyri at gjøgnumføra tvær týdningarmiklar tunnilsætlanir innan fyri ein rímiligan tíðarkarm.«
Tað er danska konsulentfyritøkan, PLS Rambøll, ið hevur gjørt eitt ferðslumodell og útrokningar fyri Landsverk, sum eru grundarlagið undir tilráðingini til Vinnumálaráðið.
Í verandi ætlan skal arbeiðið upp á Eysturoyartunnilin byrja í 2008 og verða liðugt í 2012. Eftir hetta byrjar arbeiðið upp á Sandoyartunnilin, sum so letur upp í 2017. Men um modellið hjá Landsverk verður nýtt og afturgjaldstíðin verður longd við tveimum árum, so kunnu báðir tunlarnir fara í gongd í senn, og tað verður heldur ikki neyðugt at játta pening úr landskassanum, skrivar Landsverk til Vinnumálaráðið.
Íløgurnar verða mettar at kosta millum 700 mió. kr. og eina mia. krónur, ið sum áðurnevnt skulu fíggjast við láni.
Fortreytirnar fyri útrokningunum síggja soleiðis út: Prísirnir fyri at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin er 40 krónur norð-suður og 15 eystur-vestur fyri persónbilar. Hetta er á leið tað, sum áhugabólkurin aftanfyri Eysturoyartunnilin hevur kunngjørt sum ein sannkan prís, vísir Landsverk á. Prísurin fyri Sandoyartunnilin er settur til 100 krónur, ið er miðalprísurin í verandi gjaldstunlun. Lánirentan er tá sett til 5,6 prosent, og tað rakstrarliga yvirskotið verður leypandi brúkt til at rinda lántøkuna heilt niður, til øll skuldin er afturgoldin.
Tveir møguleikar
Landsverk vísir á, at eitt privat partafelag, sum Løgtingið longu hevur samtykt sleppur at byggja tunnilin, skal hava eitt avlop millum 14 og 17 prosent, meðan onki krav er til avlop, um talan verður um eitt alment partafelag.
»At eitt alment partafelag ikki hevur krav um árligt avkast merkir, at yvirskotið frá Eystturoyartunlinum kann nýtast til at rinda lánið av Sandoyartunlinum«, skrivar Landsverk.
Stovnurin vísir eisini á ein aðra møguliga loysn.
» Ein annar møguleiki er at gera eitt alment partafelag, sum hevur ábyrgd bæði av Sandoyartunlinum og Eysturoyatunlinum. Raksraravlopið ár fyri ár skal brúkast til at afturrinda byggilánini av báðum tunlunum. Hesi lán eru tilsamans 1,69 mia. kr. Niðurstøðan í hesum førinum er, at árliga rakstraravlopið kann rinda byggilánini fyri báðar tunlarnar, og lánið er útgoldið í ár 2032, sum svarar til umleið 25 ár eftir, at arbeiðið at Eysturoyartunnilin er tikin í nýtslu. Í hesum førinum er ikki neyðugt at tingið játtar pening til hesa bygging á fíggjarlógini, tí rakstraravlopið er nóg mikið til at rinda lánið við.«
Uppritið um komandi undirsjóvartunlarnar setir nýtt ljós á Sandoyartunnilin, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss, í Sosialinum herfyri mælti til antin at útseta ella sleppa ætlanini um byggja. Argumentini hjá honum fyri at gera hetta eru partvís yvirupphiting av búskapinum og partvís tí, at hann metir tørvin á íløgum í til dømis skúlaverki og almanna- og heilsuverkið vera so stóran. Og hesum eigur tunnilin undir Skopunarfjørð at víkja fyri, heldur landsstýrismaðurin.
Bæði Kaupthing á aðrari síðuni og Eik, Føroya Banki og Tryggingarfelagið Føroyar á hinari síðuni, hava bjóðað sær til at fíggja tunnilin millum Skálafjørðin og Havnina.