Skálafjarðarsiglingin verður nú tikin upp aftur

Fyribils verður tað gamla Ternan, sum skal skal røkja rutuna

Nú verður skálafjarðarsiglingin hjá Strandferðsluni tikin uppaftur

Ætlanin er, at gamla Ternan skal røkja siglingina, sum byrjar fyrst í næstu viku.

Gamla Ternan hevur í vetur røkt siglingina um Vestmannasund saman við Sam.

Fyri stuttari tíð síðan varð stóra Ternan sett at røkja siglingina um Vestmannasund og tí er nú gamla Ternan tøk til skálafjarðarsiglingina.

Í løtuni verða ymsar umvælingar gjørdar umborð á gomlu Ternuna, men fyribils er ætlanin, at hon skal byrja uppá skálafjarðarsiglingina týsdagin. Men tað verður lýst, nær taðverður

Strandferðslan sigur, at hetta er ikki ein varandi loysn. Tí arbeiðir stovnurin eisini við at kanna møguleikarnar at leiga eina skjóttsiglandi ferju í einar 2-3 mánaðar fyri at vita, hvussu hetta skipaslagið roynist á hesi farleiðini.

Strandferðslan sigur, at tað er týdningarmikið, at flutningskervið er liðiligt og at ein slík, skjóttsiglandi ferja eisini er tøk at seta í aðrar eftir tørvi og tá ið umstøðurnar annars loyva tí.

Samstundis, sum Skálafjarðarsiglingin verður tikin uppaftur, heldur koyringin við snarbussinum uppat.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.

Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.

Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.

Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.