Skálafjarðarsiglingin verður nú bjóðað út

Skálafjarðarsiglingin skal nú á privatar hendur. Næsta ár verður eisini rutusiglingin til Mykinesar privatiserað

 

Samferðsla


Í dag verður byrjar eitt nýtt tíðarskeið í søguni hjá Strandferðsluni. Tí í dag verður á fyrsta sinni ein sjóvegis farleið hjá Strandferðsluni boðin út til privat at reka víðari.

Talan er um siglingina ímillum Havnina, Strendur og Skálafjørðin, sum nú fer á privatar hendur.

Aðrastaðni í Sosialinum í dag, lýsir Strandferðslan við, at skálafjarðarsigling verður boðin út.

Freistin fyri at lata inn tilboð er ásett til 29. oktober 2001.

Ætlanin er, at halda fram at bjóða rutusigling hjá Strandferðsluni út næsta ár, tá ið siglingin út í Mykinesar verður boðin út.

Strandferðslan sigur, at tað er eftir krøvum frá politiska myndugleikanum, at hon nú hevur fyrireikað, at Skálafjarðarleiðin og Mykinarleiðin nú verða bjóðaðar út.

Men tað er eisini greitt, at at útbjóðingin skal føra fíggjarligar og tænastuligar fyrimunir við sær fyri landið.

Tey, sum eru áhugað at bjóða upp á siglingina, kunnu venda sær til Strandferðsluna, so fáa tey treytir.

Eitt nú sigur Strandferðslan, at hon vil samstarva um flutning uttanfyri van-ligu ferðaætlanina á Skálafjarðarleiðini, m.a. um serflutning av ymiskum slagi.

Ætlanin er, at Skálafjaðrasiglingin skal á privatar hendur longu frá 1. januar

Men Strandferðslan tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomin til-----------boð, ella til ikki at taka við nøkrum av inn-komnu tilboðunum.

Teir arbeiðs-takarar, sum bjóða, kunnu verða hjástaddir, tá tilboðini verða latin upp.



skal skálafjarðarsiglingin á privatar hendur