Um tað vóru tey, sum høvdu roknað við og kanska vónað, at Vestmenningur í dag fór at megna rættiliga at bjóða Eysturoyingi av í kappingini millum 10-mannaførini, so vóru tey vónbrotin.
Eysturoyingur skræddi seg beinanvegin framum Vestmenningin, og eftir hálvt hundrað metrar var tað bara ein spurningur um, hvussu sannførandi sigur, Eysturoyingur fór at megna á restini av 2000 metra teininum.
Á málinum var Eysturoyingur tvær bátslongdir undan Vestmenningi. Talan var sostatt ikki um veruliga kapping. Men kortini var munurin ikki størri enn so, enn at tað framvegis er møguleiki fyri, at vestmenningar á næstu stevnunum og ikki minst á Ólavsøku, skulu megna at geva Eysturoyingi kapping.
Havnarbáturin fer ikki at megna at kappast við nakran í ár. Reiðiliga 40! sekund eftir at Vestmenningar vóru farnir um málið og høvdu latið bátin renna, meðan teir rindaðu møðina, fór Havnarbáturin um málið!
Kappróðrarfelagið NSÍ er á veg norður um Suðuroyarfjørð við trivaligum sigrum í kappingunum millum 8-mannaførini og 10-mannaførini. Tað dregur neyvan frá, at Formula liðið hjá NSÍ er við í ferðalagnum. Teir vunnu tíðliga seinnapartin 2-1 í Vági og vóru millum eygnavitnini, tá ið Heiðabáturin og Eysturoyingurin vunnu trivaligu sigrarnar.
Jóansøka 2007 - 10 mannafør
1 Eysturoyingur 09:24.20
2 Vestmenningur 09:31.03
3 Havnarbáturin 10:11.14
Støðan í FM - 10 mannafør
1 Eysturoyingur 21
2 Vestmenningur 15
3 Havnarbáturin 8
Fyribils startrøðin á komandi stevnu
1 Vestmenningur
2 Eysturoyingur
3 Havnarbáturin