Skálafjørður verður ikki góðkend hvalvág fyrrenn kloakkviðurskiftini við fjørðin eru fingin í rættlag.
Tað staðfestir Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Eftir at Helgi Abrahamsen, tingmaður, hevur fregnast um hesi viðurskifti, hevur landsstýrismaðurin upplýst fyri Løgtinginum, at tað er onki í vegin fyri, at reka grind inn á Skálafjørðin og at halda henni til.
Men tað, sum forðar fyri, at Skálafjørður kann verða góðkend hvalvág, er, at kloakkavatn rennur í fjørðin og at tað kann dálka grindina.
- Sostatt er vandi fyri, at grind, sum verður hildin til á Skálafjørði, ikki er hóskandi fólkamatur.
- Tí verur mælt frá, at Skálafjørður verður góðkend hvalvág, til hesi viðurskifti eru fingin í rættlag.
Jákup Mikkelsen staðfesti eisini, at tað eru 23 góðkendar hvalvágir í landinum.
Tá ið tær vórðu góðkendar, varð størsti dentur lagdur á, at tær vórðu egnaðar til grindarakstur og grindadráp.
Hinvegin høvdu kloakkviðurskiftini, og umhvørvislig viðurskifti annars, ikki so stóran týdning.
- Tær 23 hvalvágirnar, sum eru, vórðu góðkendar eftir teimum krøvum, sum vóru galdandi, tá ið tær vórðu góðkendar.
Og hetta er altso áðrenn lógin varð samtykt, sum kravdi, at kommunurnar gera spillvatnsætlanir og leiða kloakkvatn út á streymasjógv.
Sostatt kunnu nýggjar hvalvágir ikki góðkennast, uttan so, at kloakkviðurskiftini eru fingin í rættlag.
Landsstýrismaðurin skilir væl, at nógv halda, at tað er ein andsøgn í, at fólk frítt kunnu fiska allan møguligan fisk á Skálafirði til matna, men grind skal tað ikki bera til at drepa til matna.
Men hann legði afturat, at hann tað vóru ongar ítøkiligar ætlanir um at seta somu krøv til allar hvalvágir.
Myndina tók Erik Christensen