Skálafólk í annan heim

Í dag, fríggjadagin, fara 40 fólk umborð á ferðamannaskipið The World

Í gjár skrivaðu vit um ein ferðamann við stóra og stásiliga ferðamannaskipinum The World. Tað hevur eydnast at savnað um fjøruti fólk í familjuni, og tey fara øll umborð á The World fríggjadagin.
Steðgurin verður ikki langur, tí skipið verður bert í Føroyum í tólv tímar tilsamans. Tað er Tor Shippin, ið er umboð fyri skipið í Føroyum.
Vit skulu í sama viðfangi rætta eina villu, ið kom fyri í greinini í gjár. Skipið hjá Mortani Johannesen, Mortan á Hvannasundi, kallaðist fyri Florence. Tað var hetta skip, ið Hans Petur Jacobsen úr Norðhúsinum á Skála var við. Tað er hann, ið er abbi Per Einar Skaar, sum eigur glæsiliga íbúð umborð á The World.
Tað hevur eydnast okkum at fingið til vega myndir av Per Einari og foreldrum hansara. Myndirnar hava vit fingið frá Paula og Oluffu Mikkelsen á Skála. Oluffa er systkinabarn móður Per Einar, Anna Maria.