Skúladeplar: Fyrispurningur

Egon Øregaard
skúlastjóri á Tekniska Skúlanum í Tórshavn
????

Tá tað tykist, sum Føroya Løgmaður nú hevur yvirtikið málsøkið, sum vanliga ligur undir landsstýrismanninum í Mentamálum, fari eg at seta Løgmanni fyrispurningin.
Hvussu kann tað verða, at Løgmaður kann grundgeva fyri, at tað er skilagott at gera Skúladepil, við fleiri ymiskum skúlum, í Hovi, tá flokkurin hjá løgmanni, við somu grundgevingum sigur, at tað er skilaleyst at gera Skúladepil, við ymiskum skúlum, í Tórshavn?