Skúladepilin, sum skal byggjast í Hovi í Suðuroy, verður munandi dýrari enn ætlað.
Tað er greitt, nú samráðingar hava verið við MT-Højgaard um at byggja skúlan.
Løgtingið hevur játtað 60 milliónir til endamálið, men tá ið arbeiðið varð boðið út, var tað bara MT-Højgaard, sum hevði áhugað at byggja skúlan.
Síðani hava samráðingar verið við byggifelagið, men tað vísir seg, at byggingin verður góð 20% dýrari enn ætlað.
Sostatt kemur skúladepilin at kosta 74 milliónir ístaðin fyri tær 60, sum eru játtaðar.
Hetta kemur kanska ikki so óvart á, tí tað er so nógv virksemi í landinum, at tað er ikki óvanligt, at byggingar eru dýrkaðar nógv í seinastuni. Og tað eru nógvar ætlanir, sum eru dýrkaðar munandi meiri enn góð 20%.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, sigur, at hann fer nú at biðja Løgtingið játtað 14 milliónir afturat til endamálið.
Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan at skarva av projektinum og sostatt at skerja skúlan.
- Vit hava sett okkum fyri, at vit fara ikki at skarva av projektinum fyri ikki at avmarka møguleikarnar í skúlanum.
Hann leggur eisini afturat, at samgongan er samd um at játta peningin.
-Tað er eitt avmarkað uppskot, sum verður lagt fyri Løgtingið og tað er at biðja løgtingið um at hækka verklagslógina so at 74 milliónir verða játtaðar til endamálið ístaðin fyri tær upprunaligu 60 milliónirnar.
Hann væntar at tað verður longu í hesi vikuni, at hann leggur uppskotið fram.
Tá ið peningurin er játtaður, er klárt at skriva undir ein byggisáttmála, tí annars er semja við MT-Højgaard um ætlanina, sigur landsstýrismaðurin.
Sostatt verður farið undir byggingina beinanvegin og málið er framvegis, at skúlin skal vera liðugur næsta summar