Skúladepilin í Hovi - ein varði í Suðuroy

Í síðstu viku var landsstýriskvinnan í mentamálum, Kristina Háfoss, á rundferð í Suðuroy, har hon vitjaði ymiskar stovnar, ið Mentamálaráðið og landsstýriskvinnan varða av

Skúli

 

Á ferðini var hon við til hátíðarhaldið í Hovi í sambandi við, at nýggi skúladepilin varð reistur, og her helt landsstýriskvinnan eisini eina røðu.

Hon segði, at dagurin er ein merkisdagur fyri allar suðuroyingar og fyri allar føroyingar.

- Dagurin merkir, at nýggi skúladepilin, sum fer at gera karmarnar um ungdóm og útbúgvingar í Suðuroy munandi betri, skjótt gerst veruleiki.

Kristina segði, at fyri føroyingar sum heild ber dagurin eisini boð um, at politikarar nú av álvara eru farnir at gera íløgur í tað, sum er so avgerandi fyri framtíðina hjá Suðuroynni og hjá øllum Føroyum – íløgur í ungdóm og vitan.

- Nýggi skúladepilin er fyrsti nýbygningur innan miðnámsskúlar í Føroyum í nógv ár.

Landsstýriskvinnan segði seg fegnast um, at miðnámsskúlaøkið umsíðir hevur fingið alneyðugu raðfestingina.

Gongst sum ætlað, verða verkætlaninar við skúladeplinum í Suðuroy og fiskivinnuskúlanum í Vestmanna – umframt útbyggingin av Tekniska Skúla í Klaksvík – allar lidnar í 2008.

Fyri framman stendur síðan útbyggingin av miðnámsskúlunum í miðstaðarøkinum.

- Hetta eru alt sera tiltrongdar íløgur, segði landsstýriskvinnan.

Hon segði seg onga løtu ivast í, at skúladepilin í Hovi av sonnum verður eitt valaverk og ein avbera spennandi bygging.

- Skúladepilin fer at standa sum ein varði í Suðuroy - nú og framyvir, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í mentamálum.

Á portalinum liggur myndafrásøgn frá hátíðarhaldinum í Hovi, tá skúladepilin í Hovi varð reistur.