Skúlabyggingin fer at taka nógva tíð og orku

- Ætlanin er at útbyggja og umbyggja Tofta skúla fyri einar 45 miljónir kónur, sigur nýggi borgarstjórin í Nes kommunu, Símun Johannesen

Kommunumál

Mánamorgunin um 9-tíðina handaði fráfarandi borgarstjórin í Nes kommunu, Marjun Gaardbo, nýggja borgarstjóranum, Símuni Johannesen, lyklarnar til kommunuskrivstovuna.
Símun Johannesen sigur, at skipað varð fyri einum lítlum morgunmatarborði fyri teimum í nývalda bygdaráðnum, sum høvdu høvi at vera við.
- Aftrat okkum nývaldu og afturvaldu, sum vóru til morgunmatarborðið, var eisini fráfarandi borgarstjórin, Marjun Gaardbo og tey, sum arbeiða á kommunuskrivstovuni.
Marjun Gaardbo læt seg ikki stilla uppaftur á valinum seinast.

Skúlabygging

Nýggi borgarstjórin vísir á, at eitt mál, sum fer at taka nógva tíð og orku hjá nývalda bygdaráðnum, er ætlaða skúlabyggingin.
Hann sigur, at talan er um eina út-og umbygging, sum sambært metingunum fer at kosta einar 45 miljónir krónur.
- Ætlandi byrjar útbyggingin av skúlanum tíðliga í hesum árinum, men áðrenn arbeiðið endaliga verður sett í verk, fer nýggja bygdaráðið at gjøgnumganga projektið, sigur nýggi borgarstjórin.

Spennandi tíð

Símun Johannesen, sum er útbúgvin skipsførari, fekk næst flestar atkvøður á seinasta kommunuvali í Nes kommunu.
- Jú, eg eri ógvuliga spentur uppá tær uppgávur, sum liggja fyri framman. Hetta verður avgjørt ein spennandi tíð, sigur Símun Johannesen, sum á øðrum sinni er valdur í bygdaráðið í Nes kommunu - og nú er vorðin borgarstjóri.