Nú arbeitt verður við ítøkiligum ætlanum um at byggja nýggjan tekniskan skúla, handilsskúla og studentaskúla í Marknagili, er tað áhugavert at síggja at fyri umleið 35 árum síðan, meðan skúlaheimið í Marknagili var í gerð, vóru eisini stórar ætlanir við skúlabygging har á staðnum.
Í myndablaðnum Eygað fyri mars 1974 er ein myndafrásøgn frá gamla skúlaheiminum hjá Tekniska skúla í Kongagøtu. Í greinini stendur m.a. “Í Marknagili er pláss fyri fleiri skúlum, og menn samráðast dúgliga um samanlegging av maskinskúla, tekniskum skúla og handilsskúla. Tað er einki at ivast í, at har sum nýggja skúlaheimið verður bygt, kemur einaferð at standa ein meginskúli”.
Kelda: Myndablaðið Eygað 1974