Skúlabygging í Hósvík

Í farnu viku undirskrivað Heðin Zachariasen, borgarstjóri og Finn Christensen vegna byggifyritøkuna Arbor avtalu, har felagið átekur sær at byggja eina lon afturat verandi skúla í Hósvík.

Teknistovan A3 hevur teknað nýggja skúlan. Talan er um tilsamans 500 fermetrar, við trimum skúlastovum og øðrum hølum til skúlabrúks. Verandi skúli skal nýtast til ymisk serhøli. Við í byggingini verður eitt rúmligt felagshøli, ið kann nýtast til ymisk tiltøk á skúlanum. Kostnaðurin fyri arbeiðið fer at liggja um 8 milliónir krónur, og sambært avtaluni skal nýggi bygningurin standa liðugur til skúlaársbyrjan 2008.