200 milliónir var ov gott at siga nei-takk til, sigur Hanus Hansen, sum nú hevur selt Skálaberg Fyri løtu síðani boðaði JFK-trol frá, at felagið hevur tikið av einum tilboði um at selja Skálaberg.
Skipið var bygt fyri 180 mió. kr. fyri góðum 6 árum síðan, og var boðið slakar 200 mió kr. Hetta er umleið 20 mió. kr meira enn, hvat skipið varð bygt fyri.
- Skipið er stórt og dýrt til tað fiskarí og framleiðslu, sum skipið ger. Tað er ein sannroynd, at minni og eldri skip hava eitt nógv størri avlop, enn tað er gjørligt at fáa við Skálaberg. Tí hevur reiðaríð í hyggju at útvega annað og meira hóskandi skip, verður sagt í tíðindaskrivinum.
- Ætlanin við skipinum var at framleiða meira umborð. Arbeitt varð við hesum fyrstu tíðina, men úrslitið var ikki gott nokk. Heilt einfalt, so eru sáttmálaviðurskiftini ikki liðilig nokk til at fáa forrætning í slíkt, sigur reiðaríið.
Esiini verður sagt, at óvissan um kvotuviðurskiftini í Barentshavinum,nú svartkjafturin er minkaður so nógv, samstundis sum sera stór ósemja er um makrelin, hevur havt ávirkan í støðutakanini.
Seinasta í tíðindaskrivinum verður sagt, at tingast verður um keyp av øðrum skipi, og at hetta merkir, at ongar uppsagnir verða framdar.