Skálaberg rinda russum milliónir

Í 12 dagar hava teir 38 menninir á Skálabergi ligið 100 metrar úr Murmansk, har russar hava hildið teimum. Nú røkist fyri eini loysn, men sektin verður í milliónatali

– Nú mugu vit bara hava skipið út.

Hanus Hansen, reiðari á Skálabergi, hevur ásannað, at tað ikki ber til at fáa skipið út fyri onki, og tí hevur hann gingið við til, at russar koma við einum sektaruppskoti við minst seks nullum í morgin, og hann ætlar eisini at taka av.

Trætan hevur koyrt síðan næstseinasta hósdag, tá Skálaberg varð tikin til lands í Russlandi undir illgruna at hava fiskað meira enn 600 tons ólógliga.

Hetta vildu hvørki JFK, sum er reiðarí hjá Skálabergi ella føroyskir myndugleikar ganga við til, tí skipið hevur bara veitt kvotuna hjá Sundabergi, sum fyri tíð síðan varð seldur til Russlands, men loyvið er framvegis føroyskt.

Síðan tá hava samráðingar verið. Føroyingar halda uppá, at myndugleikarnir í Murmansk ikki hava fingið upplýsingarnar, sum føroyingar hava sent til Russlands, men russar kendu seg tryggar í síni søk.

Aðrir trupulleikar vóru eisini. Navni á skiparanum umborð varð ikki á einum lista hjá russum, og tað vildu teir ikki góðtaka, samstundist, sum Skálaberg bert hevur eitt avrit av fiskiloyvinum hjá skipinum, meðan russar vilja hava eitt veruligt eintak.

Hetta seinasta vilja vildu føroyingar ganga við til, hóast tað vanliga hevur verið góðtikið við einum avriti.

Dró út

Hanus Hansen, reiðari, kendi seg upprunaliga tryggan við, at ein loysn skuldi koma skjótt, men seinasta langa vikan hevur víst, at tað var sera trupult at finna nakra loysn.

Fleiri og fleiri vóru drigin upp í samráðingarnar um skipið. Føroyingar vóru umboðaðir av Fiskimálaráði, Uttanríkisráði, advokati hjá JFK og onkrum russum.

Í gjár byrjaðu fiskiveiðusamráðingar millum føroyingar og russar um kvotur komandi ár, og Hanus Hansen váttar, at hesar samráðingar kunnu hava gjørt sína ávirkan galdandi, nú russar hava gjørt av at koma við einum sektaruppskoti í morgin.

Fiskiveiðisamráðingarnar við russar eru norðuri við Gjógv, og Hanus Hansen dugir illa at ímynda sær, at úrslitið av hesum samráðingum koma at verða ávirkaðar av málinum við Skálabergi.

Men nú er greitt, at russar hava lovað at koma við sektaruppskoti í morgin. Hanus Hansen ætlar at taka av hesum, hóast talan er um milliónir, og tí roknar reiðarin við, at skipið fer úr Murmansk í morgin ella í ovurmorgin.

Tá siglir skipið heim. Um miðjan desembur skal skipið nevniliga seljast til Argentina.

Fiskivinna

Eirikur í Jákupsstovu

eij@sosialurin.fo