Í desember varð trolarin Skálaberg afturhildin og lá í dagavís í Murmansk.
Russisku myndugleikarnir søgdu, at Skálaberg hevði fiskað ólógliga, men hin parturin segði, at Fiskimálaráðið átti mistakið vegna vánaligt samskifti við russisku myndugleikarnar.
Beint eftir, at Skaálberg kom heim, boðaði reiðarin á Skálabergi frá, at reiðaríið fór at reisa endurgjaldskrav móti Fiskimálaráðnum.
Nú kemur málið fyri rættin, og endurgjaldskravið er 10 mió. krónur. Heldur rætturin upphæddina vera ov stóra, er tað upp til rættin at áseta eina lægri upphædd.
Fyrireikandi fundur verður í Føroya rætti 15. oktober.
Á tí fundinum verður avtalað, hvussu mannagongdin skal vera.
Sakførarin hjá JFK Trol hevur lagt fram ymisk skjøl, men enn vanta nøkur skjøl at fáa út Russlandi.
Tað verða væntandi fleiri fyrireikandi rættarfundir, áðrenn málið eina ferð verður búgvið at dómsviðgera.