Á heimasíðuni 24timar hjá Óla M. Lassen verður spurningurin reistur, um verksmiðjutrolarin Skálaberg møguliga fer at gerast ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum aftur.
- Óváttað tíðindi vilja verða við, at føroyingar royna at keypa Skálaberg aftur til Føroya, skrivar Óli M. Lassen.
Lagt verður aftrat, at tað hevur ikki gingið so væl hjá nýggju eigarunum, sum keyptu Skálaberg úr Føroyum.
- Møguleiki er tí at keypa skipið aftur til Føroyar. Hugsast kann, at skipið kann fara aftur at fiska í Barentshavinum ella møguliga at verða við í makrelfiskiskapinum við Føroyar, skrivar Óli M. Lassen á heimasíðuni 24timar.