Skálaberg liðugur við kanningarnar norðanfyri

Skálaberg varð í dag liðugur við kanningarnar fyri Fiskirannsóknarstovuna norðan fyri Føroyar.

Kanningarnar eru partur av stórari alttjoða verkætlan, ið hevur til endamáls at meta um útbreiðslu, nøgd og uppruna hjá tí uppsjóvar trantkongafiski norðanfyri, ið m.a. føroysk skip hava fiskað seinastu árini, serliga í smoguni.

Skálaberg hevur í tvær vikur verið við í kanningunum fyri Fiskirannsóknarstovuna, tað hava verið trý fólk frá Fiskirannsóknarstovuni við Skálaberg hesar tvær vikurnar, eisini hevur ein maður frá Vónini verið við, fyri at kannað hvussu eitt nýtt trol riggaði.

Sagt verður at royndarveiðan hevur gingið væl. I tí fyrru vikuni var fínasta veður, men veðrið teir seinastu dagarnar hevur ikki verið nakað serligt.

Royndarveiðan endaði tíðliga í morgun, síðan var kósin sett norður eftir, ætlandi skal Skálaberg møtast við Trónda í Gøtu, sum kemur frá Jan Mayn, ávegis til Fáskrúðsfjarðar, at landa sild, teir tríggir frá Fiskirannsóknarstovunu og tann eini frá Vónini, skulu so umborð á Trónda í Gøtu, sum landar á Fáskrúðsfirði mikudagin.