Skálaberg kemur á Klaksvík millum klokkan 11 og 12 í morgin, annan jóladag Skiparin á Skálabergi, Róðin Bisopstø, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum í dag, at hendingin, tá skipið varð tikið og hildið gísli í Murmansk í ein heilan mánað, var tað ringasta, hann hevði uppligað í sínari tíð á sjónum.
Annars er hýrurin góður umborð. Jólaaftan í gjár fingu teir dunnu til døgurða.
- Vit sungu jólasangir, jólaevangeliið varp lisið, og vit fingu fínar jólapakkar frá reiðaríðnum, sum vit takka fyri, segði Róðin Biskopstø, skipari við útvarpið. Hann sigur, at frøin var góð umborð.
Í dag fingu teir 11 menninir umborð ræstan fisk og spik til døgurða, í kvøld fáa teir lambarygg - tí mati hava teir nóg mikið av, segði skiparin.
Skipari og manning fegnast sjálvandi um, at teir nú eru leysir úr russiska haftinum, og teir verða á Klaksvíkini í morgin millum klokkan 11 og 12.










