Um tíggjutíðina mikukvøldið loysti Skálaberg frá bryggju á Kósini. Manningin telur 35 mans.
Sum vera man, er nógv at fáa í rættlag, tá farast skal til fiskarí við nýggjum skipi. Og nakrir av teimum, sum gera skipið út, sluppu tí ikki í land, men máttu fylgja við til Íslands, so teir kunnu gera seg lidnar og skipið kann verða fiskiklárt. Í Íslandi skal Skálaberg taka trol og pakning.
Við strúkandi ferð
Stjórin hjá JFK-Trol, Hanus Hansen, er eisini við umborð. Hann skal tó ikki við til fiskiskap, men fer av í Íslandi.
Hósmorgunin høvdu vit 1. stýrimann, Jógvan Samson, í telefonini. Hann segði, at trolarin gekk við strúkandi ferð, um 16 míl, hóast teir ikki sigldu við fullari megi.
Jógvan er 44 ára gamal og nógv er broytt, síðani hann fór við síðutrolaranum, Skálabergi frá 1956, bert 13 ára gamal.
Hann segði okkum í telefonini, at tá teir komu til morgunmat henda fyrsta morgunin, var borðreiðingin sum á hotelli.
Teir eru tveir umborð, sum við hesum Skálabergi fara við fjórða skipinum við sama navni. Hin er, Jógvan Lervik úr Leirvík, sum í mong ár hevur siglt við reiðarínum hjá Kjølbro.
Stuttur túrur
Tað eru brøðurnir, Róin og Ólavur Biskopstø, sum fara at skiftast at føra Skálaberg, men fyrsta túrin eru báðir við.
Eftir hvat skilst, er ikki nógv eftir av kvotuni í Irmingarhavinum í ár. Skipini, sum fiska har í løtuni, fáa nakað av kongafiski, frætta vit.
Fyrsti túrurin hjá nýggja trolaranum, verður ikki av teimum longu; teir verða væntandi aftur um ein mánaða, ella so.
Heimafturkomnir úr Irmingarhavinum, fer Skálaberg í Barentshavið at royna eftir toski og hýsu.