Málið um Skálaberg er nú lyft upp á hægsta politiska stig. Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, og Per Stig Møller eru nú samdir um, hvussu málið um Skálaberg skal loysast Semja er um, hvørji politisk stig skulu verða tikin í samskiftinum við russisku stjórnina.
Roynt verður framvegis at loysa málið umvegis diplomatisku skipanina.
Málið verður nú eisini lyft upp á hægsta politiska stig, og samband verður tikið við russiska uttanríkisráðharran.
Um tað ikki eydnast at loysa málið diplomatiskt, verður málið lagt fyri altjóða havrættardómstólin í Hamburg til støðutakan.
- Tað er ilt at siga, hvat russiska stjórnin ætlar at gera, men vit skulu hava hetta málið loyst, um tað so endar við, at málið skal leggjast fyri altjóða Havrættardómstólinum, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, sum eisini heldur hetta málið verða eitt tað truplasta í føroyskari fiskivinnusøgu.