Seinasta hósdag kom klaksvíkstrolarin Skálaberg aftur av túri Teir hava roynt í Irmingarhavinum, og veiðan liggur um 820 tons av skráskornum kongafiski.
29 mans hava verið við skipinum hendan túrin, og skipari hevur verið Róin Biskopsstø í Havn.
Væntandi verður loyst aftur um nakrar dagar, og tá verður farið í Barentshavið at royna.
Skálaberg fór úr Føroyum 24. apríl, og hesin túrurin hevur soleiðis vart tað mesta av tveimum mánaðum.








