Skúlabørn skulu hava feriu í eina viku afturat. Tað er eitt av tilmælunum, sum standa í eini frágreiðing, sum nú er løgd fyri Løgtingið um skúlaviðurskiftini í Føroyum. Mikudagin skal Løgtingið so hava aðalorðaskifti um, hvussu fólkaskúlin skal skipast í framtíðini.
Í frágreiðingini verður staðfest, at tað er ikki í nøkrum Norðurlandi, at skúlabørn ganga so leingi í skúla, sum í Føroyum. Í Føroyum er skúlaárið í fólkaskúlanum 198 dagar, í Íslandi er tað 180 dagar og Svøríki, Noregi og í Finnlandi, er skúlaárið 190 dagar.
Tað er bara í Danmark, har skúlaárið er longri enn í Føroyum, tí har er tað 200 dagar. Í Danmark er tað kravda tímatalið kortini lægri enn í Føroyum, men av tí, at danir hava eina skipan við lektiuhálp, og øðrum, er teirra tímatal tilsamans hægri enn í Føroyum.
Men nú verður mælt til, at skúlaárið í føroyska fólkaskúlanum verður stytt eina viku, niður í 193 dagar. Men lærararnir skulu framvegis vera til arbeiðis í 198 dagar, tí so hava teir eina viku til at eftirmeta farna skúlaár og at fyrireika næsta skúlaárið.
Hetta kann Landsstýriskvinnan í mentamálum seta í verk av sínum entingum, uttan at leggja málið fyri Løgtingið.
Føroysk skúlabørn eru í skúla í so nógvar tímar um árið, at hóast skúlaárið verður stytt eina viku, høvdu tey kortini verið fleiri tímar í skúla enn børnini í okkara grannalondum gera.