Skúlabørn í Sandoy ikki flytast til Havnar

Skúlabørn úr Sandoy skulu ikki til Havnar at ganga í 10. Flokk.

Tað er niðurstøðan eftir fund í morgun ímillum mentamálaráðið og Sandoyar Skúlasamband. Tað eru fá børn í Sandoy og í tí sambandi hava røddir í mentamálaráðnum nevnt møguleikan at fáa tey til Havnar at ganga í 10 flokk fyri at geva teimum eitt nógv betri og fjølbroyttari skúlatilboð.

Í sandoyar skúlasambandi vóru tey alt annað enn fegin og tí var fundur við mentamálaráðið.

- Eg eri sera væl nøgdur við úrslitið, tí mentamálaráðið gjørdi greitt, at tey vildu ikki kroysta eina loysn niðuryvir høvdið á okkum, sigur Gerhard Lognberg, formaður í skúlasambandinum.

Tað tekur hann sum eini greið boð um, at ein og hvør ætlan um at flyta sandoyarbørn til Havnar at ganga í 10. flokk, er slept.

- Skúlabørnini fara ikki úr Sandoy, staðfestir hann.