Fiskidagarnir við Westward Ho sættaflokks næmingum í Tórshavnar kommunu er vorðin ein sonn sólskinssøga.
Endamálið við hesum fiskidøgunum er, at næmingarnir fáa høvið at troyta sjógvin, sleppa á flot, royna seg á sluppdekki og soleiðis fáa fatan av parti av siglingarsøguni. Foreldrini eru eisini vælkomin við næmingunum.
Næmingarnir fáa eitt stórt upplivilsi og læra at royna ymsan fiskireiðskap, at kenna vanligu fiskasløgini, at kanna fisk, kryvja, avhøvda og at greipa. Nógv verður gjørt burturúr at fyreireika næmingarnar væl til túrin.
Og undirtøkan er heilt einastandandi, sigur býráðið.
At fara á flot við Westward Ho er eitt tilboð til allar 6. flokkar í Tórshavnar kommunu í lærugreinini Náttúra og Tøkni.
Fiskitúrarnir eru skipaðir sum fiskikappingar millum 6. flokkarnar og kappingarnar eru í september mánað í besta streymi. Hvør flokkur fær tveir tímar at fiska í og tann flokkur, ið fær flest fiskar, fær steyp, men undirmálsfiskur undir 25 cm ikki telir við og verður settur útaftur.
Roynd verða fiskimið og plinkar á nærleiðum, tó so at tað er ongantíð meira enn ein tími at sigla aftur til Havnar. Nakrir dagar í september eru avsettir til endamálið, men um ikki viðrar, so fáa lærarnir boð um hetta í seinasta lagið kvøldið fyri.
Næmingarnir eiga fiskin sjálvir at taka heim við. Er gott fiskarí ber eisini til at brúka rávøruna í heimkunnleika til at gera eitt nú frikadellur. Einaferð í oktober handar borgarstjórin vinnandi flokkinum steyp til ognar.










