Skúlabók ovast á sølulista

Tað er sjáldsamt at ein skúlabók røkkur ovastu metsølulistum í einum handilsligum bókahandili. Men tað í hendi um jólin, stutt eftir at bókin Omma blomma abbi krabbi ? vit tíma at ríma kom út.

 

Sissal Rasmussen hevur savnað tilfarið, sum er rím og ramsur fyri børn.

 

Pápin Árni Winther hevur teknað myndirnar í bókini, sum er ætlað børnum undir skúlaaldur. Føroya Skúlabókagrunnur gav bókina út og hetta er fyrsta ferðin at ein útgáva haðani er komin á metsølulista.

 

Sí eisini her: www.snar.fo/foeroyskt/omma_blomma/