Fótbóltur
Hvat stigum viðvíkur nýtist Skála ikki at vaska talvuna reina. Eftir fýra umfør hava teir einki stig fingið, hóast liðið leikliga ikki hevur verið so eiðasørt. Tað hevur gingið stak illa at skjóta mál. Higartil hava teir bara skorað tríggjar ferðir.
Hvat hugburði viðvíkur er tað sjálvandi stórur íblástur, at besti fótbóltsspælarin nakrantíð av Skála, John Petersen, nú skal standa á odda fyri barndómsfelagnum. John verður ikki sjálvur við í Gøtu sunnudagin, men tað kann væl vera, at venjaraeffektin kortini fer at gera seg galdandi.
Tað var dyggur smeitur hjá Skála, tá ið liðformaðurin, Pauli G. Hansen, orsaka av sjúku noyddist at taka seg aftur ímóti AB. Hann er tøkur aftur, og tað hevur alstóran týdning.
Gøtumenn eru eftir fýra umfør á fimta plássi. Teir mugu finna seg í at vera favorittar hesa ferð, og um tað eydnast at vinna øll stigini, so er sannlíkt, at teir fara at taka seg uppaftur longri móti toppinum.
Sam Jacobsen varð rikin av vøllinum í Vági síðsta sunnudag. Hann hevur fingið tveir daga leikbann, og tískil verður miðvallarin ikki við ímóti Skála og heldur ikki, tá ið GÍ annan sunnudag fer at vitja á Sandi.