Skála-venjarin uppsagdur

Ístaðin fyri Mathias Davidsen verður hjálparvenjarin higartil, Hans Jákup Andreasen, sum saman við Jústinus Justinussen skal taka sær liðnum

Venjarar

Týsdagin tók nevndin í Skála Ítróttarfelag avleiðingarnar av tungu gongdini, sum hevur eyðkent liðið higartil. 14 dystir uttan ein einasta sigur hava viðført, at liðið alt árið hevur verið botnproppur í deildini, og nú boðar nevndin frá, at Mathias Davidsen ikki longur er venjari hjá felagnum.
Í stuttum tíðindaskrivi verður sagt, at uppsøgnin fyrst og fremst er ein staðfesting av veruleikanum, sum sigur, at Skála er niðasta liðið í deildini. Enn er tó ikki ov seint at venda gongdini, og millum annað hevur Skála teir báðar dystirnar eftir, sum á pappírinum hava størst sannlíkindini fyri at geva stig. Nevnliga heimadystir móti EB/Streymi og TB. tí helt nevndin, at skuldi nakað stig takast, so mátti tað vera nú.
At enda boðar nevndin frá, at hjálparvenjarin higartil, Hans Jákup Andreasen, saman við Jústinus Justinussen fer at hava ábygdina av liðnum, tað sum eftir er av kappingini.
Tað kann leggjast afturat, at hetta er ikki sørt meinlíkt støðuni í fjør, tá Skála segði leikandi venjaranum, Eugen Voda, úr starvi stutt undan kappingarenda. Ta ferðina vísti avgerðin seg at vera tann rætta, og nýggju venjararnir stýrdu í seinastu dystunum Skála upp á beint, soleiðis at uppflytingin í bestu deildina fyri fyrstu ferð varð tryggjað.

Sum í útlandinum
Yvir høvur hevur tað í ár tókst soleiðis, at trýstið á venjarastørvini gerst alsamt harðari. Støðan er mest átøk henni í útlandinum, har venjarauppsagnirnar eru títtar, um úrslitini ikki eru eftir vild.
Kappingarárið var ikki meira enn byrjað, tá TB venjarin varð sagdur úr starvi. Beint undan summarsteðginum var tað so vágbingar, sum gjørdu av at skifta, og áðrenn Skála-venjarin nú fekk sekkin, hevði eisini HB boðað frá venjaraskifti. Hartil hevur B36 í árinum knýtt nýggjan hjálparvenjara at besta mansliðnum, meðan tað longu er kent, at GÍ og B68 skulu hava nýggjan venjara til komandi kappingarár.
Sostatt tykjast tað bert vera Kurt Mørkøre í KÍ, Jógvan Martin Olsen í NSÍ og Trygvi Mortensen í EB/Streymi, sum eru komnir fullkomuliga óskalaðir ígjøgnum kappingarárið, og tað má í øllum førum sigast at vera heldur sjáldsamt.