Fótbóltur
Skálamenn fóru við øllum trimum stigunum úr Fuglafirði týskvøldið. Harvið løgdu silvurvinnararnir frá í fjør meiri sjógv millum seg og tey trý, sum hanga eftir í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.
Bæði Skála málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Tá tóktist heimaliðið at vera skeivt upp á bein, eftir at tað í 1. hálvleiki hevði verið rættuliga javnt. ÍF hevði tveir stórar møguleikar at gera mál undan steðginum. Men marginalirnir vóru ikki við teimum. Serliga Bartal Eliasen var tætt við eftir innlegg. Hann fekk tak á bóltinum og royndi fýra metrar úr málinum, men Vlada Filipovic bjargaði meistarliga væl.
Stóru spælararnir á Skála liðnum vóru landsliðsspælarin Jónhard Frederiksberg í álopinum og liðformaðurin, Pauli G. Hansen, á miðvøllinum. Tað sær kanska ikki altíð út av so nógvum hjá Paula. Men tað er fantastiskt so nógvum hann fær fatur á, og í nógv flestu førunum evnar hann at sleppa sær skilagott av við bóltin.
Seinna umfarið var fýra minuttir gamalt, tá ið Skála fekk hol á. Hjá Boga Gregersen hevur tað higartil í ár ikki hilnast nakað serligt. Tað hevur havt við sær, at hann seinastu ferðirnar hevur verið á beinkinum. Beinanvegin eftir steðgin varð Bogi settur á vøllin fyri Bjarna Jørgensen, sum tað gongur illa hjá at sleppa av við vøddaskaða.
Bogi Gregersen tóktist rættuliga uppsettur, og hann hevði bvara verið á vøllinum í fýra minuttir, tá ið hann hevði fingið mál. Pætur Dam Jacobsen tveitta langt innkast úr høgru, Jónhard Frederiksberg tamdi í trongari støðu, snaraði runt um seg sjálvan, spældi eitt tvey við Levi Hanssen, sum eftir steðgin var á miðvallarplássinum í høgru, rak til baklinjuna og legði út frá, og Bogi Gregersen sendi bóltin í málið. Ikki so ólíkt GÍ málinum á Svangaskarði 2. hvítusunnudag.
Skála málið bar við sær, at intensiteturin vaks. ÍF legði alt størri dent á álopspartin, og tað vóru fram ímóti at vera vandamiklar støður í báðum endum. Seks minuttir undan leikloki staðfesti Skála týdningarmikla sigurin. Debus Danielsen, sum tykist fáa alt størri sjálvsálit í vinstru, spældi eitt sindur inn úr vinstru og til Boga Gregersen, sum legði uppaftur meiri upp á tvørs til Jónhard Frederiksberg, sum sendi bóltin í málið, og so var 2-0 til Skála. Annars tryggi ÍF málverjin sá ikki so sannførandi út í júst hesi støðuni.
Í fjør vóru tað fyri tað mesta Bogi Gregersen og Jónhard Frederiksberg, sum mannaðu tvær tær fremstu ódnirnar hjá Skála. Tað hava teir ikki gjørt fleiri tær seinastu ferðirnar. Í 2. umfari týskvøldið vóru teir báðir í fremstu Skála plássunum. Tað eydnaðist teimum báðum at gera mál, og nú hava teir skorað trý mál í part.
Skinklar eitt sindur
Skála tykist vera um at fáa skikk á liðavrikið, sum leingi ikki hevur verið nóg sannførandi. Onkrir av aftaru monnunum hava hug at sparka í so nógv. Felags fyri teir flestu er tó, at teir vilja spæla fótbólt, og at teir megna samanspælið. Grundspælið hjá Skála er á góðari leið, og í Paula G. Hansen og Jónhardi Frederiksberg eiga teir spælararnar, sum ofta vísa seg at vera orsøk til munin, tá ið tað annars er tætt.
Fuglfirðingar kendu ikki sína vitjunartíð í 1. hálvleiki, tá ið teir høvdu tveir gyltar møguleikar. Um úrtøka varð fingin burtur úr teimum, so kundi tað havt lagað seg heilt øðrvísi. ÍF vísti vilja at samanspæla, og í løtum eydnaðist tað teimum at finna hvønn annan. Men tað skal eisini við, at tað ov ofta varð sparkað ov langt og ov lítið neyvt. Tá ið fleiri av aftaru monnunum hava hug at sparka kanska tí møguleikarnir at finna ein av viðvpælarunum ikki eru so eyðsýndir kann tað gerast tungt og torført, tí uppspælið hjá móstøðuliðnum ber við sær, at trýst so skjótt verður lagt á aftur.
ÍF-Skála 0-2 (0-0)
0-1: Bogi Gregersen 49.
0-2: Jónhard Frederiksberg 84.