Fótbóltslagið á Skála er ikki so galið. Eftir trilvandi fyrsta part av kappingini hevur gongdin seinastu vikurnar verið rætta vegin. Móti HB og NSÍ hekk spælið væl saman, men málmøguleikarnir vóru fáir og smáir. Móti GÍ á heimavølli sunnudagin var spælið gott, og Skála spældi seg til fleiri upplagdar møguleikar.
- Vit megnaðu ikki at fáa mál. Um vit framvegis megna at spæla okkum til møguleikar, so fara málini eisini at koma, siga teir av Skála. Teir bíða eitt nú eftir, at Bogi Gregersen aftur skal gera mál so ofta, sum hann hevur gjørt undanfarnu árini. Tað positiva móti GÍ var, at Bogi var á rætta staðnum fleiri ferðir. Nú rokna teir við, at hepnið fer at koma aftur.
Allir teir somu eru tøkir, sum spældu í málleysa javnleikinum móti GÍ. Pætur Dam Jacobsen og Bjarni Jørgensen eru farnir at renna aftur, men teir vera neyvan við í Klaksvík, har Skála bara eina ferð hevur tapt.
- Vit trívast væl har norðuri, og vit rokna avgjørt við at fáa úrtøku burturúr vitjanini hesa ferð, siga skálamenn, sum ikki hava vunnið síðani 6. juni, tá ið teir í 11. umfari vunnu 2-0 í Fuglafirði.
Klaksvíkingar vóru eitt sindur vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at vinna í Runavík. Men teir halda fýra stig burturúr vitjanum hjá GÍ og NSÍ vera at liva við. Ikki minst tá ið hugsað verður um, at tað tilsaman bara fekst eitt stig burturúr útidysti í Fuglafirði og heimadysti móti B68.
Sinisa Jovanovic var ikki við í Runavík. Hann vandi týskvøldið, og teir rokna við, at hann verður førur fyri at spæla sunnudagin. Tað fer ivaleyst at bera við sær, at Atli Danielsen aftur verður fluttur fram á miðvøllin. Allir hinir eru tøkir, og nú er eitt sindur av kapping um ellivu tey fyrstu plássini.
- Eftir tvey góð úrslit á útivølli er neyðugt hjá okkum at fáa fulla úrtøku á heimavølli. Tað hevur eydnast illa higartil, men gongdin seinastu ferðirnar hevur borið boð um nýggjar tíðir, og tað vóna vit eisini fer at síggjast aftur á heimavølli, siga teir í KÍ.