Skála styrkir um álopið

Útlendskur málrevur, sum áður hevur gjørt um seg í Føroyum, hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við Skála

Tá ið Eyðun Klakstein og Skála kvøldið fyri ólavsøkuaftan fara til Klaksvíkar at spæla landskappingardyst verður nýggjur maður millum spælararnar.

Skála hevur í kvøld skrivað undir sáttmála við Søren B. Nielsen, sum um vikuskiftið kemur úr Danmark og til Føroya, og sum skal spæla við Skála fram til kappingarlok.

-Tølini siga, at tað hevur verið torført hjá okkum at skjóta mál. Nú eiga vánirnar at verða betri fyri tí. Jákup Johansen, sum var skaddur inntil stutt undan summarsteðginum, hevur longu víst, at hann framvegis hevur máltev, og í Søren B. Nielsen halda vit okkum at hava fingið spælara, sum kann vera við til at hvessa og fjøltáttað framrættaða partin, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá Skála.

 

27 ára gamli Søren Nielsen spældi við 07 Vestur í 2016 og 2017. Sambært faroesoccer.com spældi hann í 2016, tá ið 07 Vestur vann sær uppflyting úr næstbestu deildini, 20 landskappingardystir og skoraði 26 mál. Í fjør spældi hann 20 dystir í Betri Deildini og skoraði níggju mál.

 

Málmunurin hjá Skála er eftir fimtan umfør 14-20. Skála er á sætta plássi við átjan stigum.

Málskjúttar hjá Skála eru Brian Jakobsen (6) og Pætur Dam Jacobsen, Ari Olsen, Niels Pauli Danielsen, Edvin Jakobsen, Ólavur Mikkelsen, Heðin Klakstein, Andri Benjaminsen og Jákup Johansen, sum allir hava skorað eitt mál í part.